EM UNDANKAPPINGIN
Tað vóru væl nøgd umboð fyri Fótbóltssambandið, sum um vikuskiftið komu aftur úr góða veðrinum í Portugal, har lutur fríggjadagin varð drigin til EM undanspælið, og norður aftur í vetrarstormin á 62 stigum norður.
Jens Erik Magnussen hevur leingi verið uppií labndsliðsarbeiðnum hjá FSF. Hann minnist væl til 22. januar í 1994. Tá var lutakast til EM undankappingina, har tað skuldi finnast fram til londini, ið skuldu taka lut í endaspælinum í Onglandi í 1996. Tá var um reppið, at Føroyar komu í bólk við Týsklandi. Tað vóru tvær kúlur eftir í trumluni. Í aðrari var navnið á Russlandi, og í hinari var navnið á Týsklandi. Sæð frá føroyskum sjónarmiði kom skeiva kúlan fyrst á borðið, tí Føroyar komu í bólk við Russlandi, og harvið fóru einar 4?5 milliónir framvið.
? Hesa ferð vóru fleiri kúlur eftir í trumluni, tá hægst styrkismetta liðið í okkara bólki skuldi finnast. Eg skal ikki dylja, at tað fór ein ylur ígjøgnum meg, tá tað varð kunngjørt, at Týskland var komið í bólk saman við Føroyum, ásannar Jens Erik Magnussen.
Teir stóru siga mest
Tá lutakastið var liðugt, hittust umboðini fyri Týskland, Skotland, Ísland, Litava og Føroyar.
? Á tí fundinum varð avrátt, at vit skulu hittast aftur í Frankfurt týsdagin 19. februar. Tá skulu vit leggja skránna fyri, hvussu kappingin skal avgreiðast.
Hvat er størsta ynskið hjá Fótbóltssambandinum?
? Royndirnar siga okkum, at tað eru ikki smáu londini, sum spæla fyrstu violin á sovornum fundum. Men harfyri er tað ikki sagt, at tað ikki fer at bera til hjá okkum at fáa onkur av okkara ynskjum gjørd til veruleika. Tá vit hittust síðsta fríggjadag, lótu vit onkra viðmerkingina falla um, at tað er best hjá okkum, at heimadystirnir liggja so tætt upp at sumrinum, sum tað ber til. Vit hava luttikið so mikið leingi, at hinir vita, at tað eisini er best fyri teir at koma til Føroya at spæla um summarið. Tí verður tað neyvan so trupult at fáa heimadystirnar í september í ár og í juni og september komandi ár.
Um heimadystirnir verða lagdir, sum tú vilt, hvussu verður skráin so?
? Eg hevði einki havt ímóti, at vit fyrst spældu á heimavølli ímóti eitt nú Litava. Mær hevði eisini dámt best, um heimadysturin ímóti Týsklandi ikki verður á skránni fyrrenn eina ferð komandi ár.
Og hvussu verður so við útidystunum?
? Tá mugu vit laga okkum eftir hinum. Men tað eru góðir møguleikar fyri, at vit ikki fara at spæla so nógv, tá kappingin heima á landi hvílir seg, heldur Jens Erik Magnussen.