FSF hevur slept nýggjastu útgávuna av FSF-varpinum. Landsliðið spælir í Helsinki í kvøld, og tað setur sjálvsagt sín dám á hesa útgávuna. Tróndur Arge tosar við Jóannes Jakobsen, hjálparvenjara hjá føroyska landsliðnum, undan dystinum, sum verður á Olympiska Leikvøllinum í Helsinki í kvøld.
Dysturin byrjar klokkan 19.45.