Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin ferðaðust til Gummersbach fyri at spæla dyst í týsku bundesliguni.
Undan dystinum hevði Füchse Berlin fult stigatal, 20 stig fyri 10 dystir.
Í kvøld misti Füchse Berlin so fyrsta stigið, tí dysturin móti Gummersbach endaði við javnleiki 30-30.
Í steðginum var Füchse Berlin á odda 16-11, men tað lá ikki líka væl fyri í seinna hálvleiki.
Füchse Berlin er fremst í deildini við 21 stigum fyri 11 dystir.
Hákun fer nú at ferðast heim fyri at fyrireika seg saman við landsliðsliðfeløgunum at spæla dystir móti Íslandi í Reykjavík 3. og 4. november.