Vilja hava Hákun at koma til Füchse Berlin longu nú

Høgri vongurin hjá Füchse Berlin, svenski Valter Chrintz er langtíðarskaddur, og tí frættist, at Füchse Berlin vil styrkja um hópin

Óváttaðar, men sera spennandi søgur eru frammi um, at føroyski høgri vongurin, Hákun West av Teigum sum eftir ætlan skuldi skifta til týska bundesligafelagið, Füchse Berlin komandi summar, fer at skifta til Füchse Berlin fyrsta dagin.

 

Orsøkin skal vera, at Füchse Berlin tørvar ein høgra vong nú svenski leikarin, Valter Chrintz er langtíðarskaddur. Füchse Berlin metir, at teir eru ov tunt mannaðir í hópinum við høgru vengrum, og tí hava teir ynskt, at Hákun skiftir til Füchse Berlin longu nú.

 

Enn hava núverandi felagið hjá Hákuni, Skanderborg Århus og Füchse Berlin ikki alment váttað um skiftið fer fram longu nú.

 

Sjáldan rýkur av ongum brandi, og næstu dagarnir fara at vísa um vit fyrsta dagin fara at hava ein føroyskan landsliðsleikara í týsku bundesliguni.