Fuglafrøðifelagið fingið fígging til starvsfólk

Diana Krossá Kongsbak sett sum fyrisitingarstjóri í Fuglafrøðifelagnum

Diana Krossá Kongsbak, fyrisitingarstjóri og Jón Aldará, formaður

Í 2019 fekk Fuglafrøðifelagið saman við FNU játta fígging frá danska grunninum Aage V. Jensens Fond, til at seta eitt fólk í starv og til at leiga høli til feløgini at húsast í.

 

Fíggingin fevndi um tíðarskeiði 1. apríl 2020 til 31. marts 2025, og rakk til ein starvsbrøk á 40 prosent.

 

Diana Krossá Kongsbak varð sett sum samskipari fyri feløgini bæði.

 

Í 2022 varð avgerð tikin um at býta starvið sundur, og FNU setti nýtt starvsfólk í starv, meðan Diana helt fram í Fuglafrøðifelagnum.

 

Í ár sendi Fuglafrøðifelagi nýggja umsókn til Aage V. Jensens Fond, søkt varð um fígging til at hækka starvsbrøkin hjá Dianu í tíðarskeiðinum sum eftir er.

 

 Umsóknin varð gingin okkum á møti og tað gleðist Fuglafrøðifelagið um. Við fíggingini kann felagið hækka starvsbrøkin til 80 prosent og starvsøkið verður víðka og broytt. Diana verður nú sett sum fyrisitingarstjóri felagsins.

 

Saman við samstarvsfeløgum í BirdLife International og bretska RSPB hevur Fuglafrøðifelagi lagt seg eftir at røkka nøkrum málum, áðrenn verandi fígging er uppi. Størsta málið er at tryggja fíggjarliga grundarlagi undir felagnum, so alt arbeiði ikki dettur niður fyri í 2025.

 

Yvirskipað eru málini hesi:

 

  1. Skapa eina langtíðar visión, eina strategi (2025 – 2030), og eina árliga rakstrarætlan, ið fevnir um allar lykla áhugapartar
  2. At lýsa friðing, samskifti, peningainnsavning, og mál fyri bæði 2024 og 2025
  3. Leggja til rættis verkætlanir fyri yvirvøku og verju av lívmargfeldi, fyri at fáa almenningin at taka lut í arbeiðinum, og fyri menning í felagnum. Hetta fyri at leggja grunnar undir framtíðar umsóknir um fíggjarligan stuðul til felagið
  4. Fara undir undanmetingar og yvirvøku fyri at ogna okkum betri kunnleika um lívmargfeldi í Føroyum, ið aftur kann fáa almenningin at geva sítt íkast til arbeiðið, har tað er hóskandi
  5. Styrkja okkara samleika á sosialu miðlunum, og uppbyggja strategisk sambond í Føroyum við lykla myndugleikar, stovnar, feløg og virki
  6. Uppbyggja strategisk sambond í Danmark og uttanlands við tey feløg, ið kunnu skapa tekniskt og fíggjarligt tilfeingi, so Føroya Fuglafrøðifelag kann fremja sína strategi frá 2025 av

Diana Krossá Kongsbak, fyrisitingarstjóri og Jón Aldará, formaður