B68 ætlar sær aftur í bestu deildina, og ÍF ætlar, at tað skal vignast betri, enn tað gjørdi í fjør.
Í gjár hittust hesi bæði liðini á Svangaskarði.
ÍF vann 3-1, eftir at B68 í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. B68 málið skoraði Óli Højgaard Olsen. Talan var um framúr hegnisligt skot, tá ið bólturin úr vinstru í brotsteiginum varð lyftur heilt upp í handara krókin.
Eftir steðgin skoraði ÍF trý mál. Andy Ó. Olsen skoraði eitt, og hini bæði skoraði skoraði Uros Stojanov. Tað letur til, at 31 ára gamli serbiski álopsspælarin hevur tað máltevið, sum fuglfirðingar vónaðu, at hann fór at hava.
Hetta var fyrsta ferðin, at Uros Stojanov skoraði tvey mál. Frammanundan hevur hann skorað trý mál í trimum ymiskum dystum.
Annan leygardag skal ÍF í fyrsta umfari í landskappingini spæla á útivølli á Skála.
Í fyrsta umfari í næstbestu deldini vann B68 1-0 á útivølli ímóti B36. Annað umfar verður leygardagin 16. mai. Tá fer B68 at fáa vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.
B68: Nikola Stoisavljevic – Petur í Túni Petersen, Andrija Radovanovic, Aleksandur Ó. Jensen, Ari Johannesen – Andri Benjaminsen, Tonni Thomsen, Áki Johannesen, Bárður Ó. Jensen, Karstin Clementsen – Óli Højgaard Olsen
ÍF: Milos Budakovic – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Dánjal á Lakjuni, Hákun Edmundsson, Karl Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard – Filip Djordjevic – Uros Stojanov