Tað tykist sum um fuglfirðingar ætla sær uppaftur í 1. deild eftir at hava verið í næstbestu deildini í nøkur ár. Eftir seks umfør hevur ÍF fult stigatal og heili sjey stig eru niður til næstu liðini, sum eru Sumba og AB.
Leygardagin var toppdystur í Fuglafirði, og hesin dysturin var sera avgerandi fyri, hvussu oddurin fer at myndast framyvir.
ÍF fór avstað við einum uppibornum 4-2 sigri og legði harvið sjógv ímillum seg og hini liðini í oddinum. Fyrri hálvleikur var javnur, har bæði liðini høvdu sínar málmøguleikar, men einki mál kom fyri steðgin.
Í seinna hálvleiki kom verulig gongd á málskjótingina. Fyrst legði veteranurin Ken Bærendsen ÍF framum, men Allan Poulsen javnaði fyri útiliðið. Hetta málið var at kalla eitt sjálvmál frá ÍF-málverjanum, sum misti bóltin í netið.
Tað stóð tó ikki á jøvnum leingi, tí longu í næsta álopi skoraði Heini Heinason til 2-1. Síðani øktu Atli Petersen og Hanus Eliasen til 4-1. TB pyntaði tó um úrslitið móti endanum, tá Allan Michelsen fekk eitt mál.
Komandi vikuskiftið skal ÍF út á Argir at spæla móti AB. Argjamenn skulu vinna dystin, um teir skulu minka um munin upp til fuglfirðingar. Hetta verður óivað torførasti dysturin hjá ÍF higartil í ár.
B71 í trupulleikum
Eftir at hava vunnið tann fyrsta dystin hevur B71 enn ikki fingið fulla úrtøku. Hesuferð var Sumba á vitjan, og dysturin endaði 1-1. Eirik Joensen legði gestirnar framum tíðliga í seinna hálvleiki, men Tummas Pauli Olsen javnaði stutt fyri leiklok.
Hetta var samstundis fyrstu ferð síðan tað fyrsta umfarið í landskappingini, at B71 yvirhøvur skorar eitt mál. Í fýra dystir á rað er B71 farið av vøllinum uttan at skora.
Sumbingar eru enn við í oddinum, men hetta var tó ein dyggur smeitur, tí ÍF er sera væl koyrandi í løtuni.
VB er komið væl frá byrjan í 2. deild í ár. Tíggju stig hava vágbingar fingið, og tað er eins nógv sum arvafíggindarnir á Tvøroyri. VB er enntá frammanfyri við betri málmuni.
KÍ var á vitjan leygardagin, og VB vann stórsigur á 5-1. KÍ kom framum við sjálvmáli, men VB lat tó ongan iva vera um úrslitið, tí longu við steðgin var støðan 4-1.
Tað er ein sannroynd, at KÍ mangan hevur trupulleikar við at manna 2. deildarliði til dystir í Suðuroynni, og hesuferð var liðið heldur ikki væl mannað. T.d. mátti ein útileikari standa í málinum. Síðst KÍ var í Suðuroy taptu klaksvíkingar 8-1 móti Sumba.
AB dragnar
AB hevur ætlanir um at hava eitt lið í 1. deild, men leygardagin misti liðið enn eitt fet í kappingini móti ÍF í oddinum. 1-1 endaði grannauppgerðin millum B36 og AB.
AB kom annars framum við einum frálíkum máli frá Pæturi Dam Jacobsen, tá hesin og Jan Jørgensen broderaðu seg ígjøgnum verjuna, áðrenn Pætur langaði til beint uttanfyri brotsteigin.
Stutt eftir varð Karl Leonsson, liðformaður hjá AB, rikin av vølli. Hann nýtti neyðbremsuna, tá áleyparin Kristian í Vági gjørdist leysur móti málinum. Eftir hetta tók AB seg longur aftur á vøllin og mestsum bíðaði eftir, at B36 skuldi senda fólk fram á vøllin.
Sera fáir veruligir málmøguleikar vóru í dystinum, men tað eydnaðist tó B36 at fáa útjavnandi málið. Tíggju minuttir fyri leiklok setti Kristian Eli Andersen høvdið á eitt hornaspark og so var 1-1.
Á Toftum tók B68 móti LÍF, og útliðið vann dystin 2-0. Jonhard Høgnesen legði LÍF framum fyri steðgin, og Magnus Dalbø sló sigurin fastan í yvirtíðini í seinna hálvleiki, eftir at málverjin hjá B68 var farin fram til eitt hornaspark.
B68 royndi at trýsta í seinna hálvleiki, men hóast heimaliðið skapti nakrar møguleikar eydnaðist tað ikki at fáa mál. B68 er nú rótfest í botninum, men LÍF liggur væl fyri miðskeiðis í stigatalvuni.
ÍF - TB 4-2 (0-0)
1-0: Ken Bærendsen
1-1: Allan Poulsen
2-1: Heini Heinason
3-1: Atli Petersen
4-1: Hanus Eliasen
4-2: Allan Michelsen
B36 - AB 1-1 (0-1)
0-1: Pætur Dam Jacobsen
1-1: Kristian Eli Andersen
VB - KÍ 5-1 (4-1)
0-1: Sjálvmál
1-1: Sigmund Mikkelsen
2-1: Per Joensen
3-1: Jón Gærdbo
4-1: Jón Gærdbo
5-1: Hallur Joensen
B68 - LÍF 0-2 (0-1)
0-1: Jonhard Høgnesen
0-2: Magnus Dalbø
B71 - Sumba 1-1 (0-0)
0-1: Eirik Joensen
1-1: Tummas Pauli Olsen