Fuglfirðingar tóku væl ímóti Sparikassa

Orð & myndir: Dávur Winther

Seinnapartin í dag var móttøka í nýggju hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði.

Jóannes Hansen, næstformaður í nevndini fyri Norðoya Sparikassa, beyð vælkomin og hugleiddi um samstarvið millum Klaksvík og Fuglafjørð, sum hevur søguligar røtur. Eisini um samskiftið millum Fuglafjørð og Klaksvík sjóvegis við bátum, m.a. tá ið KÍ og ÍF leiktu fótbólt. Tá vóru eisini stundir at hittast eftir leik og var hetta vit til at knýta bond millum bygdirnar.

Jóannes Hansen nevndi eisini tvær kvinnur úr Klaksvík, sum fingu stóran týdning fyri Fuglafjørð, og sum bygdin rættiliga tóku til sín: Emma Winther, sum var kommunulækni í 27 ár í Fuglafirði – og Jutta hjá Poul Jacob Hansen, elektrikaranum. Hon snakkaði alla sína tíð ramligt klaksvíksmál og helt órødd við KÍ, eisini um teir spældu ímóti ÍF í Fuglafirði.

Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa greiddi frá komandi virkseminum í Fuglafirði og grundgav fyri, hví Norðoya Sparikassi er komin til ta niðurstøðu, at tað er skilagott at lata deild upp í Fuglafirði nú.

Tað koma at starvast eini seks fólk og deildarleiðari verður Poul Jákup Mohr, ættaður úr og búsitandi í Fuglafirði.

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, helt eisini røðu og beyð sparikassanum vælkomnum. Vegna kommununa handaði hann sparikassanum málning, ið lokali listarmaðurin Helgi Midjord hevur málað.

Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, nýtti eisini høvið at ynskja Norðoya Sparikassa góða eydnu deildini í Fuglafirði. Jógvan Skorheim vísti á, at býirnir líkast vinnuliga og mentanarliga og hava nakað munagott at bjóða.

Poul Jákup Mohr, deildarleiðari, takkaði fyri álitið og gleddi seg til at verða tættari knýttan at Fuglafirði í sínum arbeiði. Hann handaði síðani Odvør á Lakjuni, forkvinnu fyri Ribarhúsi og Rosumundu Joensen, forkvinnu fyri Eldrafelagið í Fuglafirði, peningagávu á 10.000 krónur í part fyri teirra ídna, skilagóða og ósjálvsókna arbeiði fyri feløgum teirra.

Feðgarnir Jógvan og Bárður á Lakjuni spældu og sungu nøkur løg og eisini manskórið Vega sang og heilsaði Norðoya Sparikassa vælkomnum til Fuglafjarðar.

Síðani helt Frits Johannesen, listarmaður, eina mergjaða røðu, væl kryddaða við skilagóðum skemti, sum bert hann kann – har hann ynskti Norðoya Sparikassa hjartaliga vælkomnum til Fuglafjarðar. Hetta var við til at skapa lív og trivna í býnum. Hann kom eisini inn á gomlu bondini, sum verið hava millum Fuglafjørð og Klaksvík, ið kunnu hava stóran týdning fyri hesi plássini, sum eru sterk bæði vinnuliga og mentanarliga.

Frits mintist tíðina, tá ið deksbátarnir sigldu millum Klaksvík og Fuglafjørð við fótbóltsliðunum KÍ og ÍF, tá ið John Reid Bjartalíð altíð var í oddinum og helt fráfaringarrøður frá bátunum. Henda løtan var tignarlig og mentað, segði Frits, og løtan endaði altíð við, at John Reid tók reyðhúgvu sína av høvdinum og heitti á fjøldina, sum stóð á kaiini, um at syngja “Land mítt har grasið í líðum grør” – Jú hetta vóru tíðir, ið knýttu bond.

Tí er tað kanska ikki so tilvildarligt, at Norðoya Sparikassi hevur tikið hesa skilagóðu avgerð at lata deild upp í Fuglafirði, hóast rákið er eitt annað. Men lívið kann tó ikki bert gerast upp í krónum og skillingum, helt Frits fyri.

Síðani býtti Frits sangin, “Land mítt har grasið í líðum grør” út, og tað rungaði eftir í, so væl fjøldin í stúgvandi fullu deildini tók undir við hesum forna og beinrakna sangi, ið flest øll mundu duga uttanat.

Ikki kann sigast annað enn, at Norðoya Sparikassa fekk eina glasiliga og hjartaliga móttøku í Fuglafirði í dag.