Fuglfirðingar á uppflytingarkós

Fótbóltur: Men teir kunnu ikki flyta upp, um besta liðið hjá teimum flytir niður í 2. deild

Í løtuni sær tað út sum um fuglfirðingar hava munin á toftamonnum í kappingini um næstfremsta plássið, og harvið kunnu teir næstbestu í ÍF spæla seg til dystir um uppflyting í næstbestu deildina. Um teir fara at fáa loyvi at spæla um eitt pláss í næstbestu deildini móti næstniðasta liðnum í 2. deild er treytað av, um teir bestu í Fuglafirði fara at megna at halda seg í bestu deildini. Gera teir tað og flyta niður, so fer møguleikin víðari til triðji besta liðið í 3. deild. B68 er á triðja plássi, og tað er eingin kapping frá hinum liðunum. Kappingin er ikki meiri enn gott og væl hálvleikt, og tað er framvegis nógv at spæla um.


B36-VB 4-1 (0-0)

Kanska var tað fyrsta ferðin á árinum, at tað ikki eydnaðist B36 at vinna ein hálvleik. Serliga í 1. hálvleiki var heimaliðið, har fleiri nýggir spælarar vóru á liðnum, illa skipað. Vágbingar høvdu onkran møguleika, og beinanvegin í 2. hálvleiki fingu teir hol á. Hans Jákup Hjelm sleit seg leysan av verjuni og setti bóltin framvið B36 málverjanum.

So var tað, at B36 fekk glið á, og serliga var tað Tórolvur Poulsen, sum gjørdi um seg. Hann javnaði beinanvegin eftir at VB hevði fingið mál, og seinni skoraði hann tvey mál afturat. Miðvallarin Niels Joensen, sum í fjør var ein av stuðlunum á U-16 landsliðnum slerdi sigurin fastan.


GÍ-HB 5-0 (1-0)

Bjargingarroyndin hjá HB hevur ilt við at hanga saman. Gøtumenn siga, at hetta avgjørt var lættasti dysturin hjá teimum í ár, sjálvt um teir í fyrra umfarinum bara fingu eitt mál. Tað skoraði brasiliumaðurin Moises Felipé, tá tað restaðu tíggju minuttir. Hann fekk ein stingara fram ímillum og sneiddi málverjan av, áðrenn hann trillaði í tóma málið. Fremmanda maðurin hevur verið skaddur í eina tíð, men nú tykist hann vera komin fyri seg aftur.

Í 2. hálvleiki gekk skjótt hjá GÍ. Hans Pauli Petersen var leysur í brotsteiginum og skoraði, tá 53 minuttir vóru farnir, Alvi Justinussen, sum hevði sitið á beinkinum í 1. deild, var á miðvøllinum og økti eftir 65 minuttir, Leivur Hansen fekk fulla úrtøku úr ellivu metrum, eftir at hann var feldur í brotsteiginum, og tíggju minuttir undan leikloki staðfesti Moises Felipé stórsigurin.

HB hevur eftir summarsteðgin ætlað at brúka eykamenninar, sum ikki koma inn í 1. deild, á 3. deildarliðnum, men hesa ferð skifti HB allar tríggir inn, meðan GÍ onga skifting gjørdi í 1. deild.


KÍ-B71 1-3 (0-1)

Á pappírinum sá liðið hjá klaksvíkingum rættuliga gott út. Fýra spælarar, sum hava verið fleiri ferðir á 2. deildarliðnum í ár, vóru við, og Meinhard Joensen og Finn Baldvinsson, sum høvdu sitið á beinkinum í 1. deild, hjálptu eisini til.

Men sandoyingar, sum hava eitt gott lið í 3. deild, vóru leikliga eitt sindur omaná, og toppskjúttin hjá teimum, Jónsein Thomsen, setti hol á, tá 19 minuttir vóru farnir. Eftir eitt sindur av aftur og fram lyfti hann hegnisliga uppum KÍ málverjan. Klaksvíkingar fylgdu væl við, Jón Simonsen javnaði, tá 63 minuttir vóru farnir, og beint eftir høvdu teir møguleika at leggja seg framum, men Henrik Juul í B71 málinum fekk fatur á brotssparkinum, sum Finn Baldvinsson setti dygst úti við stólpan. Schønning Hentze var fyri fyrstu ferð í ár í álopinum hjá B71, og skoraði eftir 68 minuttir. KÍ flutti fólkið fram í royndini at javna, og so skoraði B71. Tað restaðu sjey minuttir, tá Kristoffur Vidtfeldt stakk fram til Jón Brekku, ið gjørdi brúk av góða møguleikanum.


FS Vágar-B68 1-1 (1-1)

Úrslitið næstsíðsta vikuskifti hjá vágaliðnum í Fuglafirði kundi bent á, at toftamenn bara skuldu vestur eftir avgreiðslusigri, men avrikið hjá heimaliðnum var heilt øðrvísi hesa ferð. Í Fuglafirði saknaðu teir fleiri av teimum bestu, sum noyddust at styrkja um besta liðið hjá FS Vágum. Leygardagin, tá 2. deildarliðið vann 12-0 móti Skála, skiftu teir ongan mannin út, og tað hevði við sær, at 3. deildarliðið var væl mannað.

Kanska høvdu teir í B68 leikliga yvirvág, men tað var heimaliðið, sum kom á odda, tá ein hálvur tími var farin. Birgir Hansen skoraði, og tíggju minuttir seinni javnaði Oleif Joensen, sum ikki hevur stundir at brúka so nógva tíð uppá venjingina, sum tað krevst av teimum, ið spæla í 1. deild.


TB-ÍF 1-5 (0-1)

Hóast fuglfirðingar í 1. hálvleiki bara fingu eitt mál, so var eingin ivi um, at teir høvdu eitt betri lið enn TB. Men heimaliðið hevði tveir góðar møguleikar í 1. hálvleiki. Oluf Mortensen hevði eitt gott langskot, og Alfred Olsen í ÍF málinum bjargaði sera væl, tá Herman Mortensen stútaði frísparksinnlegg úr høgru móti málinum.

Bárður á Lakjuni var stóri maðurin. Hann skoraði trý mál: eftir eitt korter sneiddi hann tveir av og sendi í málið úr 15 metrum, eftir 69 minuttir lyfti hann upp um málverjan, og í síðstu løtu staðfesti hann 5-1 sigurin eftir at TB málverjin hevði hálvbjargað.

Jógvan Arnfinn Jacobsen økti til 2-0 við skoti úr brotsteiginum. Tá vóru 65 minuttir farnir, og aftasti maður hjá ÍF; Janus Petersen, økti til 4-0 eftir 73 minuttir.

Herman Mortensen skoraði til 1-4 eftir honraspark, tá tað restaðu tíggju minuttir.