Full ferð á kinverska búskapinum

Bara fyrstu seks mánaðirnar í ár hevur búskaparvøksturin í Kina verið heili 10,9%. Hetta er meira enn búskaparvøksturin var í alt 2005, og alt bendir á, at heimins fólkaríkasti búskapur bara heldur á fram at vaksa. Ikki minst takkað verið einum ógvusligum vøkstri í privatu nýtsluni. Men tað eru ikki øll, sum eru eins fegin um vøksturin. Eitt nú hava amerikanskir politikkarar funnist at kinversku starvsfeløgum sínum, sum teir siga tilvitað undirmeta kinverska gjaldoyrað fyri at skunda undir útflutngin. Búskaparvøksturin hevur eisini skapt eina inflatión, men hendan hevur higartil í ár verið avmarkað til 1,8%.