Verkfall
? Stóri trupulleikin í hesum samráðingunum var, at nú tað var fyrstu ferð, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, skuldi samráðast um sáttmála, setti tað ein fulltrúa úr Kommunalu umsitingini í Havn at standa á odda fyri samráðingunum.
? Hann hevur ongantíð áður staðið fyri samráðingum fyrr og hevur tað merkti eisini samráðingarnar.
Tað er niðurstøðan hjá Starvsmannafelagnum, nú samráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið slitnaðu á miðdegi leygardagin.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum vil ikki enn útgreina, hvat felagið hugsar um.
Men Starsvsmannafelagið sigur, at størsti trupuleikin var, at umboðini frá Tórshavnar kommunu bert hava samráðst út frá síni egnu kommunalu áskoðan og tí slitnaðu samráðingarnar.
Annars sigur Starvsmannafelagið, at frá fyrsta degi vóru partaranir samdir um at grundalagið undir sáttmálanum skuldi verða semjan, sum Starvsmannafelagið gjørdi við Fíggjarmálastýrið 8. apríl í ár. Fyrstu tíðina var arbeitt við at tillaga kommunalu størvini til lønartalvuna við Fíggjarmálastýrið. Hetta tók drúgva tíð og tá komið varð á mál við hesum seinnapartin í august, vísti tað seg at restin av sáttmálatillagingin ikki lat seg gera.
Tí vórðu boð send eftir semingsmonnunum.
Tað vísti seg eisini at umstøðurnar hjá starvsfólkununum hjá Tórshavnar kommunu, eru verri enn umstøðurnar hjá hinum kommununum og í restini av almennu umsitingini og hetta var eisini tað, sum lá í buktini, nú semingsmennirnir góvust við royndunum.
Partarnir vóru samdir um at laga allar kommunalu sáttmálarnar eftir nýggja sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið, men mugu vit nú endaliga staðfesta, at Tórshavnar kommuna ikki er búgvin til tað og tí hava allir limirnir hjá Starvsmannafelagnum í átta kommunum, sum felagið hevur sáttmála við, fingið boð um at leggja arbeiðið niður.
Kommunurnar, sum eru raktar av arbeiðssteðginum eru Tórshavn, Klaksvík, Tvøroyri, Vágur, Runavík, Fuglafjørður, Skála og Sørvágur.
Sostatt liggur alt umsitingarligt arbeiðið hjá heusm kommununum lamið. Harumframt er dagrøktin í Tórshavn, Klaksvík, Skála og í Sørvági hildin uppat. Hetta eru tær kommunurnar, sum Starvsmannafelagið hevur dagrøktarsáttmálar við.
Men nøkur undantøk í sambandi við neyðsynjararbeiði eru gjørd.
Tilsamans er talan um 400 - 500 fólk, sum ikki eru farin til arbeiðis.