Fullveldi er ikki at kvetta

Høgni Hoydal vísir staðiliga á, at fullveldisætlanin ikki merkir at kvetta frá Danmark, men heldur er talan um økt samstarv. Tí er hann vísur í, at Javnaðarflokkurin eisini fer at taka undir við fullveldisætlanini

? Tjóðveldisflokkurin hevur aldri meint, at vit skulu kvetta. Talan er um eina misskiljing, tá fólk skilja støðuna soleiðis. Fullveldisætlan okkara inniber í veruleikanum at økja samstarvið við Danmark, men á jøvnum føti.

Høgni Hoydal vísir á, at hann heldur í so nógvar ræðumyndir eru gjørdar ímóti fullveldisætlanini. Serliga hugsar hann um Javnaðarflokkin, ið eftir hansara tykki vil tað sama sum samgongan, men sum tó ikki góðtekur hugtakið fullveldi. Tí ivast Høgni Hoydal onga løtu í, at tað fer at bera til at samstarva við Javnaðarflokkin.


Skal vera fullveldi

Høgni Hoydal staðfestir tó, at tá farið verður til Danmarkar at samráðast við stjórnina, verður farið fyri at fáa eina avtalu um at skipa Føroyar sum fullveldi. Talan verður ikki um nakra avtalu um víðkað sjálvstýri.

? Bæði sambært samgonguskjalinum og sambært løgtingssamtyktini frá 2. oktober 1998 er tað sólarklárt, at tá vit sessast við samráðingarborðið saman við donsku stjórnini, so er tað fyri at samráðast um ein pakka, ið skal føra til fullveldi, sigur Høgni Hoydal og vísir á, at loysnir um víðkað sjálvstýri og annað líknandi als ikki kemur upp á tal.

Hóast hetta, staðfestir Høgni Hoydal enn einaferð, at fullveldispolitikkurin fer at merkja, at vit fáa økt samstarv við Danmark.


Samstarv á jøvnum føti

Sambært Høgna Hoydal ber ikki so væl til at samstarva við Danmark í teirri ríkisrættarligu støðu, vit nú eru í. Orsøkin er, at danir hava endaliga valdið, og kunnu teir kvetta blokkin nær tað skal vera.

Men verða Føroyar fullveldisríki, er Høgni Hoydal sannførdur um, at tað fer at vera lættari at hava tætt samband við Danmark, tí tá er talan um samstarv á jøvnum føti.

Spurningurin er so, um hetta ikki eru dreymahugsanir, og um tað ikki er eitt sindur vágið, fyrst at slíta, og síðani fara undir samstarv við danir.

Men hetta heldur Høgni Hoydal als ikki. Hann vísir á, at Føroyar sum fullveldisríki, eru nógv betri fyri at samstarva við Danmark og onnur lond, og ivast hann onga løtu í, at Danmark fer at vera sinnað at samstarva við Føroyar.


Eiga at vera ivasom

Høgni Hoydal tekur tað sum eitt gott tekin, at fólk eru ivasom um fullveldisætlanina. Fólk ynskja sjálvsagt, at avgerðin, tikin verður, er ein skilagóð avgerð. Men Høgni Hoydal vísir á, at fólk hava góðar stundir at hugsa seg um, tí tað er ikki nú, avgerðin skal takast, men tá samgongan kemur aftur úr Danmark við einari avtalu um føroyskt fullveldi, ið fólkið skal atkvøða um.

? Spurningurin nú er, um fólk styðja okkara ætlan, um at fara til Danmarkar at samráðast um eina fullveldisætlan. Endaliga avgerðin verður ikki tikin fyrr enn avtalan er fingin í lag, vísir Høgni Hoydal á.

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum endar við at siga, at sum er, eru tað fýra flokkar, ið taka undir við fullveldisætlanini. Men vón hansara er, at tann fimti eisini kemur upp á tal.