?Eg ynski tað besta fyri føroyska samfelagið, og tí kann eg ikki ganga við til, at vit loysa frá Danmark, sigur ein avgørd Anna Borg Dahl úr Vági.
Anna heldur, at tað kemur at merkjast væl á livilíkindunum í Føroyum, um Føroyar fáa fullveldi. Hon er sannførd um, at føroyskt fullveldi merkir eitt fall í føroyska búskapinum ? serliga um tað ikki eydnast at fáa í lag eina drúgva skiftistíð
15 ár ov lítið
Ein búskaparlig skiftistíð á 15 ár, sum landsstýrið hevur lagt upp til í sáttmálauppskotinum, er ikki nóg mikið til, at Anna tekur undir við fullveldisætlanini.
?Vit eiga at vera heilt vís í, at vit hava eina álítandi vinnu, ið kann halda samfelagnum uppi, áðrenn vit kvetta frá Danmark, sigur hon og vísir í hesum sambandi á, at føroyingar eiga at tryggja sær, at olja er í undirgrundini, soleiðis, at vit hava eitt alternativ til ótryggu fiskivinnuna.
Anna heldur ein stóra vanda við fullveldisætlanini, sum hon er nú, vera, at vit fáa stóran stættarmun í Føroyum.
Fylgt ov lítið við málinum
Seinastu tíðina er lesnaðurin farin við allari tíðini hjá Annu Dahl. Tí hevur hon ikki havt eins góðar stundir, sum hon kundi hugsað sær, til at fylgt við gongdini í fullveldismálinum.
?Eg havi ikki lisið tað, ið hevur staðið í føroysku bløðunum um fullveldismálið seinastu tíðina. Tó havi eg roynt at fylgt við í donsku fjølmiðlunum, og harafturat tosa tey har heima í Føroyum altíð um fullveldismálið, tá eg ringi heim, sigur Anna Dahl. Men hon heldur kortini, at hetta ikki er nóg mikið til, at hon kann vera væl inni í málinum.
Vilja sleppa av við Føroyar
Á Universitetinum tosa tey donsku lesandi ofta við Annu um fullveldismálið. Sum oftast fær Anna at vita, at tað er best, um Danmark sleppir sær av við Føroyar sum skjótast.
Slíkar viðmerkingar dámar ikki Annu at fáa. Men tá hon fær tær, roynir hon at greiða sum best frá føroysku viðurskiftunum.
Í lesibólkinum hjá Annu skilja tey tó betur støðuna. Tey skilja eisini, at Føroyar mugu fáa eina líkinda skiftistíð.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.
Henry favorittur til ?Golden Boot?
Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.
Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.