Fullveldisrødd á Fólkating

Hví uppstilla til Fólkatingið ?

 

Føroyar eru í dag í ríkisfelagsskapi við Danmark og hava vit umvegis heimastýrislógina latið donsku stjórnini suverenitetin, tá ið umræður ávís mál ? eitt nú uttanríkismál. So leingi danska stjórnin burturav umsitir hesi málsøki, ið viðvíkja Føroyum og hevur stóra ávirkan á yvirtøkurnar og tillagingina av føroyska samfelagnum sum heild, er neyðugt við umboðum á Fólkatingi til tess at blanda seg í føroyskan politikk ? ikki danskan.

Neyðugt er, at nýta okkara fólkaræðisliga rætt til at fáa ávirkan á viðurskifti, ið viðvíkja Føroyum. Harvið skulu vit eisini nýta okkara umboð til eitt nú, at fáa Fólkatingið at viðurkenna sjálvsavgerðarrætt, tjóðarmál og ognarrætt føroyinga.

Somuleiðis skal ein fullveldisrødd virka til frama fyri meira og betri upplýsing til danska Fólkatingið, donsku fjølmiðlarnar og danska samfelagið sum heild um føroysk sjónarmið og viðurskifti til tess, at leggja ein góðan gróðrarbotn fyri framtíðar samstarvi.


Ongin fullveldisrødd

Undanfarnu 4 árini hevur verið greitt, at ongin av fólkatingsumboðunum hava tala fyri føroyskum fullveldi. Tá ið kjakið um Føroyar og føroysk viðurskifti var í Fólkatinginum herfyri, gjørdist enn einaferð greitt, at Jóannes Eidesgaard, ið annars hevði borið seg fram sum tað føroyska jarnbrotið, varð vorið jarnbrot fyri politikkinum hjá donsku stjórnini, meðan Óli Breckmann heldur enn at tala at og at seta kritiskar spurningar bert kom við smávegis viðmerkingum. Staðfestast má, at ein fullveldisrødd heilt klárt hevur verið saknað á Fólkatingi.


Byggja upp ? ikki bróta niður

Sambandsmenn hava í Dimmalætting seinastu tíðina brigslað núverandi landsstýri fyri, at hava brotið samstarvið millum Danmark og Føroyar niður. Veruleikin er meira fjøltáttaður.

Roynt hevur verið, at skipa Føroyar og Danmark í eitt samveldi, har tvær sjálvstøðugar tjóðir samstarva um ymisk málsøki. Hetta er ein roynd at menna og nútíðmansgera samstarvið landanna millum ? og harvið at byggja upp nakað nýtt. Í royndini at byggja upp, er skaði óivað hendur á samstarvið landanna millum, men eru tað so sanniliga báðir partar, ið hava skyld í hesum. Eitt nú kann nevnast, at danska stjórnin framleiddi ein "etniskan" roknskap, ið vísti hvussu nógv hvør føroyingur kostaði danska samfelagnum á ein sera misvísandi hátt og somuleiðis vil danska stjórnin ikki viðurkenna at føroyingar sum tjóð ella føroyska málið sum tjóðarmál v.m..

Neyðugt er, at hildið verið áfram við kósini at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land og at virka fyri góðum samstarvi partanna millum.


Týdningarmikið val

Hóast tað hvørgan er fyrstu ella seinastu ferð, at sagt verður, at talan er um eitt týdningarmikið val, so er veruliga talan um eitt av mest týðandi fólkatingsvalum ? sæð við føroyskum eygum ? nakrantíð. Sjáldan hevur brúk verið fyri fullveldirødd á Fólkatingið í so stóran mun sum júst nú, tá ið arbeitt verður fram ímóti at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt tjóðveldi. Neyðugt er, at hava umboð á Fólkatingi, ið arbeiðir til frama fyri hesum og ikki ímóti ? og harvið er neyðugt at fáa nýggjar røddir á Fólkating ? fullveldisrøddir.