Fult álit á Sjúrði og fult álit á úrslitinum

- Hvør er meiri óheftur, ein løgfrøðingur í almennu fyrisitingini, ella ein løgfrøðingur í privatu vinnuni, sum skal selja eina vøru, spyr Løgmaður


aki@sosialurin.fo

- Tað er als ongin orsøk til at sáa iva um niðurstøðuna í Djurholm- kanningini.
Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Sostatt staðfestir hann eisini, at hann hevur fult álit á úrslitinum av kanningini. Og eftirsum kanningin fríkennir Bjarna Djurholm, staðfestir Løgmaður samstundis, at hann framvegis hevur álit á landsstýrismanninum.
Tey, sum finnast at kanningini, hava serliga ført fram, at hon hevur tvey lýti. Í fyrra lagi verður fýlst á, at kanningin bara fevnir um tíðarskeiðið, sum hendan samgongan hevur sitið. Í øðrum lagi verður átalað, at tað er Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur á Løgmansskrivstovuni, sum hevur gjørt kanningina.
 
Sleppur ikki longur aftur
Løgmaður er ósamdur í báðum atfinningunum.
- Niðurstøðan hjá løgfrøðingunum í miðfyrisitingini er púra greið. Og hon er, at tað ber ikki til at fara longur aftur enn hendan samgongan hevur sitið. Soleiðis er løgfrøðin á økinum og soleiðis er mannagongdin í okkara grannalondum.
- Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at ein løgmaður kann ikki fara at kanna tað, sum er farið fram undir undanfarnum landsstýrum. Soleiðis virkar skipanin ikki og tí sleppi eg ikki longur aftur, staðfestir Løgmaður.
Hann sigur, at er áhugi fyri at kanna ymisk viðurskifti longur aftur í tíðina, eru amboðini til tað, tí slíkar kanningar kann Landsstýrismálanevndin seta í verk.
Løgmaður vísir eisini á, at kærupunktini frá gamla formanninum í Framtaksgrunninum, fevnir seg í høvuðsheitum um tíðarskeiðið hjá hesi samgonguni.
 
Kanska tann mest óhefti
Jóannes Eidesgaard hevur eisini fult álit á, at tað er ein løgfrøðingur á Løgmansskrivstovuni, sum ger kanningina.
- Her var ikki talan um eina dómarakanning. Her var talan um eina kanning til Løgmann fyri at tryggja, at alt var farið rætt fram.
Og her heldur hann, at Sjúrður Rasmussen er minst líka óheftur sum nakar annar løgfrøðingur.
- Her er talan um ein løgfrøðing á Løgmansskrivstovuni, sum arbeiðir undir landsins starvsfólkapolitikki og sum hevur Løgtingsins Umboðsmann at standa til svars fyri, skuldi nakar kært til hann. Og her er talan um ein løgfrøðing, sum eisini veit, at allir fjølmiðlar og allar løgfrøðingar hava eyguni eftir fakliga støðið er ílagi.
- Vit kundu eisini fingið ein privatan løgfrøðing at gjørt kanningina. Men privatir løgfrøðingar hava altíð eitt at hugsa um og tað er at selja eina vøru til eitt viðskiftafólk.
- Eg loyvi mær at ivast stórliga í, hvør av hesum báðum er meiri óheftur, sigur Løgmaður. Bara tað, at ein løgfrøðingur  er á einum almennum lønarlista, er ongin trygd fyri at hann er minni óheftur enn nakar annar. Tvørturímóti hevur ein løgfrøðingur í almennu fyrisitingini ongi privat atlit at taka, men kann hugsa fult og heilt um tað fakliga støðið.
- Og fyri at tryggja tað faklig støðið, hava vit somuleiðis biðið Majken Johansen, løgfrøðing, sum eisini hevur verið dómari í Føroyum, um at meta um tilfarið og hon er samd í niðurstøðuni í kanningini.
 
Ikki mítt borð
Men nú staðfestir Sjúrður Rasmussen eisini, at hann hevur ikki heimildirnar hjá einum kanningarstjóra, tí ein kanningarstóri kann krevja skrivligar og munnligar upplýsingar frá privatum borgarum og frá almennum embætismonnum.
Sjálvur kann Sjúrður Rasmussen bara biðja fólk vera so beinasom at svara spurningum. Tey hava ikki skyldu at svara, men svara tey, hava tey kanska skyldu til at svara satt. Setir hetta ikki spurnartekin við trúvirðið?

- Tað er heilt greitt, at eftirlitið hjá Løgmanni við landsstýrisfólkunum kann ikki samanberast við ein kanningarstjóra. Mítt eftirlit gongur hvønn dag og vit kunnu ikki seta kanningarstjórar í heilum. Men í hesum føri hava øll svarað, so tað er ivasamt um ein kanningarstjóri hevði fingið meiri burturúr.
Men hví ikki bara gera eina kanning, sum ongin kann sáa iva um?
- Tað er ongin trupulleiki, men tað er bara ikki mítt borð. Eg havi gjørt eina kanning, sum eg havi heimild til. Skal meiri kannast, kann Landsstýrismálanevndin seta tað í verk, sigur Løgmaður.
Løgmaður vil heldur ikki samanbera hesi málini við Johan Dahl og Jógvan við Keldu, sum báðir vórðu koyrdir frá, uttan at nøkur kanning varð gjørd.
- Talan er um heilt ymisk mál, sum eg ikki fari at samanbera, sigur Jóannes Eidesgaard.