Fult umfar í næstbestu deildini

Í dýrdarveðrinum í kvøld er fult umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Ivaleyst mest áhugaverda uppgerðin í kvøld er á Sevmýri, har TB hevur vitjan av VB/Sumba. Hesi bæði liðini eru oddalið við 12 stigum.

TB, sum hevur spælt ein dyst meiri enn VB/Sumba, tapti leygardagin 1-0 í Leirvík ímóti Víkingi. VB/Sumba hevur fult stigatal eftir fýra dystir.

Hini bæði feløgini, sum kunnu flyta upp, eru AB og 07 Vestur. Felags fyri tey bæði er, at tey spæla á heimavølli í kvøld. Eftir 1-0 tapið í Vági leygardagin er AB stórfavorittur ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ, sum framvegis einki stig hevur vunnið, og hóast Víkingur leygardagin vann á heimavølli ímóti TB, so er 07 Vestur favorittur í Sørvági ímóti Víkingi.

HB, sum er komið væl frá fyrstu umførunum, vitjar B68, sum leygardagin vann fyrstu stigini við útivallarsigri á NSÍ, og EB/Streymur hevur í Streymnesi vitjan av KÍ, sum hevur vunnið tvær tær seinastu ferðirnar.

Skráin í kvøld:

AB-NSÍ: Georg Rasmussen kl. 18.00

TB-VB/Sumba: Birgir Sondum kl. 18.30

07 Vestur-Víkingur: Lars Múller kl. 19.00

B68-HB: Rói Jacobsen kl. 18.30

EB/Streymur-KÍ: Petur Reinert kl. 18.00 (seinkaður)

 

Støðan

TB, 07 Vestur og VB/Sumba 12 stig

HB og Víkingur 7 stig

AB og KÍ 6 stig

B68 og EB/Streymur 3 stig

NSÍ 0 stig