Millum annað var á skrá, val av nýggjum nevndarlimum.
Innboðin sum eygleiðarar vóru Jan A. Joensen, Kristina T. Larsen og Rúna Sivertsen fyri Norðoyar og Eysturoyar Sjálvstýrisfelag.
Kári á Rógvi, Kári Petersen og Sigrum Mohr boðaðu frá at tey ikki tóku við afturvalið. Karl A. Olsen og Michael Feldballe stillaðu uppaftur.
Nýggj nevnd varð vald, og nýggjir limir gjørdust Jonas Johnsson, Kristianna W. Poulsen og Teitur Vágadal. Tiltakslimir eru Heðin Samuelsen og Heðin D. Poulsen.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag takkar fráfarna formanninum, Kári á Rógvi og nevndarlimum fyri arbeiði í nevndini.
Nýggja nevndini skipar seg á næsta nevndarfundi, ið verður mánadagin 20. sep kl 16.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag heitir á øll sjálvstýrisfólk at fara á fólkatingsval í morgin og geva flokkinum dyggan stuðul. Felagið fegnast um sjónliga og miðvísa valstríðið higartil og tey mongu góðu valevnini
Streymoyar Sjálvstýrisfelag heitir somuleiðis á øll sjálvstýrisfólk at velja Sjávstýris-flokkin á komandi løgtingsvali, tí neyðugt er við sterkum Sjálvstýrisflokki á tingi og í samgongu, um vit skulu fáa í lag fólkavøkstur, útbúgvingartilboð, førleikamennandi yvirtøkur og fíggjarliga javnvág.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag harmast innanfloksósemjur. Streymoyar Sjálvstýrisfelag tekur undir við formannin á tingi, sum hevur framt tær einmæltu samtyktirnar í lands-nevnd og greiðu ásetingarnar í stevnuskrá. Floksagi skal til í Føroyum, eisini til tess at geva innanfloks folkaræði meining og týdning. Í tí høpi eiga vit at taka komandi landsfund eftir løgtingsvalið, so vit leggja greiðar linjur í samskifti millum limir og nývaldan – og helst øktan og fjølbroyttan – tingbólk.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag fegnast um, at flokkurin leggur stóran dent á útbúgvingar- og skúlaviðurskifti. Ongin ivi er um, at góð útbúgving er alneyðugt grundarlag undir einum sjálvstøðugum samfelag.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag heitir á flokkin um áhaldandi at arbeiða fyri, at betra liviumstøðurnar hjá teimum lesandi í Føroyum.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag heitir á flokkin at virka fyri einum greiðum og skila-góðum fiskivinnupolitikki, sum er í samsvari við stevnuskrá floksins. Landsins fiskivinnupolitikkur skal vera so ítøkiligur, at sleppast kann undan árliga stríðnum í tinginum um fiskidagar. Somuleiðis skulu atlit vera tikin fyri bæði skynsamari og burðardyggari veiðu og samfelagsligum og búskaparligum viðurskiftum.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag heitir á Sjálvstýrisflokkin um at leggja størri dent á orkupolitikk, so at vit í nógv størri mun kunnu gagnnýta varandi orkukeldur í Føroyum, men vit mugu alsamt taka atlit til, at árinini á náttúruna verða so lítil sum til ber. Heitt verður á flokkin at virka fyri, at orkuvinna kann mennast, og hon fær møguleikar at gerast ein útflutningsvinna.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag heitir á Sjálvstýrisflokkin at virka fyri einum munadyggum arbeiði fyri javnstøðu, eisini fyri at fáa fleiri kvinnur at trívast í Føroyum.