Fundast um rættin at fara í verkfall

Klokkan 15 byrjaði stórfundur millum øll fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, sum hava undirskrivað avtaluna um Fasta Gerðarrættin, har verkfallsrætturin er á skránni. Seinastu dagarnar hevur rættiligt stríð verið á arbeiðsmarknaðinum, eftir at Starvsmannafelagið í trimum umførum hevur lýst arbeiðssteðg hjá Portørunum, og Fasti Gerðarætturin hevur staðfest, at verkfallið er lýst við ov stuttum skotbráði.

Í Føroyum hava ongantíð verið mannagongdir fyri, hvussu tíðliga frammanundan verkfall ella arbeiðssteðgur eigur at lýsast, og er hetta eitt eljagamal stríð.

Fyri fleiri árum síðani vóru røddir frammi um at skipa ein arbeiðsrætt í Føroyum. Men hetta arbeiðið kom ongan veg, tí fakfeløgini hóttu við aðalverkfalli, um tað varð sett í gildi.

Eitt av høvuðsargumentunum var, at tað skerdi verkfalsættin, tí tá ið sáttmálaloysi er, vildu fakfeløgini hava treytaleysan rætt at fara í verkfall beinanvegin.

Men sambært arbeiðsrættinum skulu fakfeløgini boða frá verkfalli í góðari tíð, og tað vildu fakfeløgini als ikki vita av, tí tey meintu at tað trekti tennirnar úr teimum, og gav arbeiðsgevarum alt ov góða tíð at fyrireika seg til eitt verkfall og tað tók megina úr einum verkfalli.

Fyri fáum árum síðani endaði hetta stríðið við einari neyðsemju um Fasta Gerðarættin. Men nú bendir mangt á, at henda semjan er við at fara í upploysn, tí Fasti Gerðarætturin hevur tvær ferðir seinastu dagarnar forðað verkfalli, tí tað er lýst við ov stuttari freist.

Stríðið er millum lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, sum heldur at verkfallið skal lýsast við freist upp á ein mánað, meðan Starvsmannafelagið heldur hugtakið ?í góðari tíð? verða eitt samdøgur ella so.

Har er Fasti Gerðarættur ósamdur, og tí eru bæði verkfallini sum Starvsmannafelagið herfyri lýsti fyri Portørarnar, sum ongan sáttmála hava havt síðan apríl í fjør, avblást av Fasta Gerðarættinum.

Og hetta hevur nú fingið Starvsmannafelagið at kalla øll fakfeløgini inn til fund um verkfalsrættin.