Fundur á hægsta stigi millum londini

NÚ hendi tað so aftur ­ nýggir upplýsingar eru komnir fram í bankamálinum, sum seta ljóskastaran á ­ ikki bert danskar embætismenn ­ men so sanniliga eisini føroyskar politikarar og embætismenn.

NÚ hendi tað so aftur ­ nýggir upplýsingar eru komnir fram í bankamálinum, sum seta ljóskastaran á ­ ikki bert danskar embætismenn ­ men so sanniliga eisini føroyskar politikarar og embætismenn.


SAMBÆRT danska løgmálaráðharranum hava føroyskir politikarar og embætismenn fingið at vita, at skrivarin í bankakanningarnevndini hevði arbeiðsuppgávur fyri Den Danske Bank.


ER hetta rætt, so má tað sigast at vera einki minni enn ein skandala fyri Tinganes. Men enn er bert talan um óváttað orð í einum samráði í fólkatinginum, har Frank Jensen umframt at beklaga, at danskir embætismenn ikki høvdu tikið málið um inhabilitetin hjá skrivaranum í bankakanningarnevndini í nóg stórum álvara, eisini tók føroyskar politikarar og embætismenn við í lavinuna, sum fór á rull, tá tað herfyri varð avdúkað í SVF, at skrivarin var ógegnigur.


TAÐ hevur víst seg at vera ómøguligt at fáa eina viðmerking frá løgmanni til hesar skuldsetingar ella hvat vit nú vilja kalla tær. Eftir stendur tó hjá dønum at leggja prógv fram, sum vísa, at Tinganes hevur verið kunnað um málið.


OG er tað so, at politikarar og embætismenn í Tinganesi hava vitað um hetta, tá er spurningurin, hvørjar fylgjur tað eigur at fáa. Og her ringja so eisini nakrar klokkur: hvat visti Finn Normann Christensen og í hvønn mun var hann forlongdi armurin hjá donskum embætismonnum, ja enntá trojanski hesturin hjá stjórnini! Hetta má vera nakað, sum komandi dagarnir fara at greiða nærri. Men hvussu og ikki ­ so hava vit eina sera kostnaðarmikla og nærum lidna bankakanning. Hvat við henni! Skal hon bara skrottast, og ein heilt nýggj kanning gerast! Hvat nú um kanningin gevur føroyingum viðhald! Og hvat nú um hon fríkennir bæði Den Danske Bank og donsku stjórnina! Spurningarnir eru nógvir og ilt er í verandi løtu at gera sær eina endaliga niðurstøðu. Men okkurt skal so henda, og tí vildi tað einasta rætta verið, at skipaður varð fundur á hægsta stigi millum landsstýrið og stjórnina. Her er lítið annað at gera enn at viðurkenna, hvat er gingið galið og so royna at fáa tað besta og mest rættvísa burtur úr.


EFTIR okkara tykki hava embætismenninir í danska løgmálaráðnum borið seg ómetaliga jánkasliga og margháttiliga at. Alt hetta málið og alt málið viðvíkjandi Fíggjareftirlitinum, sum bráddliga setti prísin á føroyskum sethúsum niður í botn og sum avhøvdaði Fossbankan, uttan eina nóg haldbara orsøk, sýnist at vísa, at tað í danska embætismannaverkinum finnast fólk, sum av sínum eintingum ella hava fingið til uppgávu at leggja ætlanir móti føroyingum. Tað er so alvorligt, at málið má takast upp politiskt.


VIT hava ikki gloymt ta vanvirðing sum Poul Nyrup vísti føroyingum á sinni við ikki at taka ímóti eini innbjóðing, og at síggja sama Nyrup nú ongar sum helst viðmerkingar hava til útviklingin í bankamálinum taka vit bert sum eitt dømi um tað sama, nevniliga at danski forsætisráðharrin ynskir ikki ein dialog við Føroyar. Bert ein slíkur dialogur kann loysa upp fyri øllum hesum, ja nærsagt óndskapinum frá donskum embætisverki móti Føroyum. Og her hava vit so sanniliga ikki gloymt leiklutin hjá Fíggjareftirlitinum.


BANKAMÁLIÐ og viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru vorðin so turbulent og eitrað, at skal nakar hugsingur vera um at bøta skaðan og byggja brýr millum ríkispartarnar inn í framtíðina, so má danski forsætisráðharrin persónliga leggja seg út í málið. Hann má viðganga, at mistøk eru gjørd, sum hvørki føroyingar ella danir kunnu liva við, og tí má hann biðja um fund við føroyskar politikarar um, hvussu ikki bert bankakanning men øll viðurskiftini millum londini kunnu bøtast aftur. Alt annað er at stinga halan millum beinini ­ at venda føroyingum bakið.