Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, arbeiðir í løtuni við at gera eitt uppskot til lóg um vinnuligan fiskiskap. Uppskotið skal verða klárt at leggja fram áðrenn hesin mánaðurin er farin, tí tá er freistin úti at leggja mál fram.
Tað hevur verið sagt fleiri ferðir, at freistinar skulu haldast, so væntandi verður arbeitt eftir tí.
Tað fara enn samráðingar fram millum flokkarnar og seinni í dag skal fundur verða millum Sambandsflokkin og fiskimálaráðharran.
Sum skilst, so er ein vilji millum partarnar at finna eina semju, men tað er eingin loyna, at Sambandsflokkurin sær øðrvísið uppá fleiri partar av málinum enn samgongan ger.
Einasti flokkur, sum hevur alment melda út, at teir ikki eru við í samráðingum meira, er Miðflokkurin.