Tá yvirfriðingarnevndin í sínari tíð gav loyvið til vatnorkuútbyggingina hjá SEV í Norðureysturoy, var ein av treytunum, at SEV skuldi gjalda fyri framhaldandi lívfrøðiligar kanningar á Funningsfirði. Í apríl 2000 avgjørdi SEV, í samráð við Oljumálastýrið, at seta ein arbeiðsbólk at skipa fyri hesum kanningum. Í arbeiðsbólkin vóru vald umboð fyri SEV, Landsverkfrøðingin, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Havfrøðiligu Royndarstøðina í Kaldbak og fyri Fiskirannsóknarstovuna. Bólkurin valdi Eilif Gaard, lívfrøðing á Fiskirannsóknarstovuni, til samskipara av kanningararbeiðinum.
Kanningarverkætlan í trimum pørtum
Kanningararbeiðið er býtt í tríggjar partar. Fyrst og fremst skal rákið á fjørðinum kannast. Hendan kanningin skal vísa, um minkaða ílátið av feskvatni í fjørðin hevur nakra ávirkan á vatnútskiftingina á fjørðinum. Ein annar partur snýr seg um dýralívið á botni, og tann triði parturin snýr seg um plantu- og dýralívið fram við sjóvarmálanum.
Sosialurin hevur sett seg í samband við Eilif Gaard, kanningarsamskipara, fyri at fáa at vita eitt sindur nærri um, hvat tað er, sum skal kannast, og hví. Eilif Gaard greiðir frá, at í fyrsta umfari verður høvuðsdenturin lagdur á at kanna streymviðurskiftini á Funningsfirði. Ílátið av feskvatni í ein fjørð kann hava avgerandi týdning fyri vatnútskiftið á fjørðinum og harvið fyri livilíkindini á fjørðinum sum heild. Fyribrigdi, sum talan er um, nevnist ein feskvatnspumpa.
Feskvatnspumpan
Tað rennur altíð nakað av feskum áarvatni í ein fjørð, greiðir Eilif Gaard frá. Feska vatnið er heldur lættari enn sjógvur. Tað er saltið í sjónum, sum tyngir hann. Áarvatnið blandast í ávísan mun við sjógvin, men tó so, at ovast í sjónum legst eitt lag, sum er heldur feskari enn restin av sjónum. Hetta feskara lagið er lættari er sjógvurin annars, og tað verður tí liggjandi í erva.
Men av tí at meira feskvatn allatíðina rennur í fjørðin, verður hetta ovasta lagið trýst út av fjørðinum. Ovasta lagið er sum nevnt eitt bland av sjógvi og feskvatni, men meginparturin av hesum blandið er tó sjógvur. Lutfallið ímillum sjógv og feskvatn er kanska 1 til 100. Hetta merkir, at nøgdin av sjógvi, sum rennur út av fjørðinum, er 100 ferðir so stór, sum nøgdin av feskvatni, sum rennur í fjørðin. Hetta hevur aftur við sær, at sjógvur verður sogin inn í fjørðin í neðra, og eisini henda nøgdin er 100 ferðir so stór, sum nøgdin av feskvatni, sum rennur í fjørðin. Hetta er tað, sum nevnist ein feskvatnspumpa.
Vindur og sjóvarfall
Um vatnútskiftið á einum fjørði verður drivið av eini feskvatnspumpu, hevur ílátið av feskvatni avgerandi týdning fyri vistfrøðiligu javnvágina í fjørðinum. Og av tí sum sagt er omanfyri sæst, at smáar broytingar í feskvatnsílátinum kunnu bera í sær stórar broytingar í vatnútskiftinum. Tí er tað av alstórum týdningi at finna fram til, í hvønn mun vatnútskiftið á Funningsfirði er drivið av eini feskvatnspumpu ella um aðrar kreftir eisini spæla ein leiklut. Hesar kreftir eru vindur og sjóvarfalsstreymur. Sum er, vita vísundafólkini ikki, hvønn leiklut hesar tríggjar kreftinar spæla fyri vatnútskiftið á Funningsfirði. At finna svar uppá tann spurningin sær Eilif Gaard, sum eina høvuðsuppgávu hjá bólkinum.
Truplt at kanna í skiftandi veðri
Ymsir møguleikar eru til tess at finna hetta svarið. Ein máti er at gera nógvar einstakar mátingar ymsa staðni á fjørðinum yvir eitt longri tíðarskeið. Men trupulleikin við hesum framferðarhátti, sigur Eilif Gaard, er, at veðurlagið í Føroyum er so skiftandi. Hetta ber í sær, at sjálvt um heilt nógvar mátingar vera gjørdar, so verður trupult at vita, hví man fær eitt úrslit í dag og eitt annað í morgin. Tað er ógvuliga torført at siga, hvør orsøkin er til broytingarnar. Tað kann vera tí at vindurin er øðrvísi, tí tað regnaði í fyrradagin ella tí at sjóvarfallið ikki er tað sama.
Teldumyndil í ger
Bólkurin hevur tí í staðin valt at gera ein teldumyndil, sum skal lýsa streymviðurskiftini. Bólkurin hevur biðið Dansk Hydraulisk Institut um at gera myndilin, og tað arbeiðið er komið nakað áleiðis. Eilif Gaard greiðir frá, at endamálið við at gera ein myndil er at síggja, hvussu tingini hanga saman. Tá myndilin er fingin at hanga saman, ber til at broyta t.d. feskvatnsílátið fyri at síggja, hvussu hetta ávirkar streymgongdina á fjørðinum.
Á sama hátt ber til at síggja, hvussu nógv hinar kreftirnar - vindur og sjóvarfall - ávirka. Tá myndilin er liðugur verða stakkanningar gjørdar á fjørðinum fyri at kanna, um veruleikin er, sum myndilin sigur.
Víðari kanningar
Um komið verður fram til, at feskvatnsílátið hevur ein ávísan týdning fyri rákið, so skal kannast, hvønn týdning hetta hevur fyri tær lívfrøðiligu tilgongdirnar inni á fjørðinum, tað verið seg gróður og dýr bæði við botnin, uppi í sjónum og í sjóvarmálanum. Havlívfrøðiliga Royndarstøðin í Kaldbak skal gera kanningar við botnin og uppi í sjónum, og Náttúrugripasavnið skal gera kanningar av sjóvarmálanum.
Úrslit og frágreiðing
Tá kanningararbeiðið er liðugt um eini 5 ár skal arbeiðsbólkurin koma við eini frágreiðing. Men Eilif Gaard sigur, at so langt er arbeiði slett ikki komið enn. Í løtuni gongur tíðin við at savna tilfar, og tað er sum skilst ikki løtuverk. Eilif Gaard sigur tó, at hann væntar, at úrslitini frá streymkanningini vera tøk í hesum árinum.