Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, sum spurdi soleiðis:
1. Nær verður farið í holt við framhaldandi vegagerð gjøgnum bygdina í Funningsfirði?
2. Nær verður arbeiðið liðugt fyri játtanina, sum er til arbeiðið í ár?
Í viðemerking til svarið sigur landsstýrismaðurin, at arbeiðið hjá Landsverki við at breiðka Funningsfjarðavegin byraði í 2019. Tað snúði seg um at breiðka vegin frá Millum Fjarða til Funningsfjørð og er hildið fram við arbeiðinum í 2021, 2022 og 2023.
– Samanlagt eru 14,2 mió. kr. brúktar til farleiðina hesi árini, og í ár eru 2 mió. kr. játtaðar.
– Vegurin liggur rímiliga væl, men er smalur og ikki bygdur til ferðsluna í dag. Ætlanin við verkætlanini er at gera allan vegin tvíbreytaðan, at avrætta og asfaltera vegin, og at gera gongubreyt á einum parti av vegastrekkinum, sigur landsstýrismaðurin.
– Nýggjasti arbeiðstøkusáttmálin varð undirskrivaður í juni 2024 og fevnir um eitt strekki á 300 metrar av Funningsfjarðarvegnum. Arbeiðið er í gongd og verður í gerð árið út, sigur Dennis Holm í svarinum til Magnus Rasmussen.