Funnu áhugaverdar lutir frá gamlari tíð

Fornfrøðingar eru nú aftur farnir til arbeiðis við útgravingum á einum staði tey kalla Úti á Toft.

Vestmanna Kommuna hevur ætlan um at byggja røktarheim á økinum, og tí var neyðugt frammanundan at finna útav, hvat leivdirnar umfataðu, soleiðis at hesar kundu verða loystar úr friðing, áðrenn ein møgulig bygging byrjaði.
- Enn er komið stutt ávegis, skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu. Tann fyrsta leivdin, sum grivin varð niður á, verður mett at verða av einum úthúsum, sum seinni í tíðini eru bygd omanyvir leivdir, sum eru uppaftur eldri.
Tó at stutt er komið ávegis, hava fornfrøðingarnir longu funnið onkrar áhugaverdar lutir m.a. ein fitistein. Fitisteinur finst ikki í Føroyum, og lutir úr fitisteini verða vanliga settir í samband við víkingatíðina. Fornfrøðingarnir løgdu tó dent á, at enn er alt ov tíðliga at siga, frá hvørjum tíðarskeiði luturin stavar.