Tað byrjaði alt í september mánaði í fjør, tá 32 ára gamla Inga var til arbeiðis á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Ein av sjúklingunum hevði brúk fyri læknahjálp, og Inga ringdi eftir læknanum, sum tá var á vakt. Læknin var 27 ára gamli Rasmus, sum júst var útlærdur lækni og skuldi arbeiða í eitt hálvt ár á Landssjúkrahúsinum í Tórshavn.
- Eg minnist væl, tá eg kom á barnadeildina, og Inga var har. Í roynd og veru ræddist eg hana at byrja við, tí hon hevði stýr upp á alt og dugdi væl, greiðir Rasmus frá og flennir. Eisini Inga minnist væl ta ferðina, hon hevði ringt eftir Rasmus.
- Hann riggaði væl, hugsaði eg, og so virkaði hann eisini so øgiliga fittur, sigur Inga, sum hereftir sá Rasmus av og á, tá hon var til arbeiðis.
Bjóðaði sær sjálvum til døgurða
Tað gekk tó eitt hálvt ár, áðrenn nakað veruligt hendi teirra millum. Bæði arbeiddu tey nógv og høvdu skiftandi arbeiðstíðir. Eina viku í januar hevði Rasmus fleiri samdøgurðsvaktir, meðan Inga ikki arbeiddi so nógv júst ta vikuna. Eftir at tey høvdu hitt hvønn annan fyrstu ferð á barnadeildini, prátaðu tey javnan og dugdu bæði at síggja, at vinarlagið kundi blíva til okkurt meira. Tí valdi Rasmus ein dag í eini hektiskari arbeiðsviku í februar at biðja Ingu bjóða sær til døgurða.
- Eg hevði langar vaktir og als ikki tíð til at eta ordiligar døgurðar, so ein máltíð heima hjá Ingu helt eg riggaði fínt sum undanførsla fyri at sleppa at síggja hana uttan fyri arbeiði. So eg spurdi, um hon ikki kundi gera mær okkurt at eta, sigur Rasmus. Hóast Inga at byrja við flenti eitt sindur eftir fyrispurninginum frá unga læknanum, helt hon, at sjálvandi kundi hon gera honum ein døgurða.
- Tað fyrsta eg segði við hann, tá hann bjóðaði sær sjálvum til døgurða, var ”skal eg veruliga gera mat til tín?”. Hinvegin so hugsaði eg eisini, at vit vóru væl og høvdu altíð okkurt at práta um, so eg bjóðaði honum heim til ein bita, greiðir Inga frá. Og døgurðin eydnaðist væl.
- Tað gekk væl, og sum altíð prátaðu vit um alt millum himmal og jørð, sigur Rasmus og leggur aftrat, at tað var aftan á hetta kvøldið, at tey tóku avgerð um at vera par.
- Vit høvdu tað altíð gott, tá vit vóru saman, og alt var bara, júst sum tað eigur at vera.
Starvsfelagar argaðu
At Inga og Rasmus vóru góð við hvønn annan og trivust væl saman var nakað, starvsfelagarnir høvdu lagt til merkis, væl áðrenn tey bæði blivu par.
- Tær, sum eg arbeiði saman við á deildini, søgdu ofta okkurt við meg, tí Rasmus kom so líðandi rættiliga nógv á deildina, og so endaðu vit bæði altíð við at práta eina góða løtu, tá arbeiðið loyvdi tí, sigur Inga, sum tó ikki læt viðmerkingarnar frá starvsfelagunum við seg koma.
- Eg segði við starvsfealgarnar, at hann kendi ongan her, og tí vildi hann bara práta við onkran. Eisini segði eg fleiri ferðir, at hann var dani og skuldi aftur til Danmarkar, og tað var orsøkin til, at vit prátaðu ofta saman, sigur Inga og smílist. Men okkurt var, og síðani februar mánað hava tey verið par.
- Vit gjørdu okkum onkran tankar um, hvussu tað fór at vera hjá okkum, nú vit eisini vóru starvsfelagar, men bert fáar vikur eftir, at vit vóru komin saman, skuldi eg av Landssjúkrahúsinum og byrjaði sum kommunulækni, sigur Rasmus. Men starvsfelagarnir á Landssjúkrahúsinum vóru ikki bilsnir, tá teir frættu, at Inga og Rasmus vóru blivin par.
- Eg haldi, at tey vistu tað. Tey høvdu jú sæð, at vit prátaðu nógv saman og vóru væl, men allíkavæl so fortaldi eg tað fyri teimum, eg arbeiddi saman við á deildini, at nú vóru eg og Rasmus alment par, sigur Inga.
Fríggjaði áðrenn eina kvøldvakt
Stutt eftir at Inga og Rasmus vóru blivin par, tosaðu tey um at giftast.
- Vit eru vaksin fólk og vita bæði, hvørji vit eru, og hvat vit vilja í framtíðini. Tí fellur tað okkum natúrligt at ganga saman í hjúnalag, greiðir Inga frá. Hesum er Rasmus samdur í.
- Vit føla, at vit kenna hvønn annan væl, og haraftrat dámar okkum tann tryggleikan, sum liggur í tí, at vera gift, sigur Rasmus, og minnist aftur á tað kvøldið, hann bað Ingu um at gifta seg við sær.
- Eg hevði keypt henni ein ring, sum lá í skuffuni, men har bleiv hann liggjandi nakað leingi. Eg royndi at framskunda eina avtalu, vit høvdu um at fara út at eta, har eg so ætlaði at fríggja til Ingu, men hon arbeiddi so nógv júst tá, so tað bar ikki til, greiðir Rasmus frá. Men eitt kvøldið ein tíma áðrenn Inga skuldi á náttarvakt, helt Rasmus, at nú skuldi tað vera. Inga visti av ongum, hóast tey bæði høvdu prátað um at giftast.
- Beint áðrenn eg skuldi út, segði Rasmus, at hann hevði eitt yvirraskisi til mín. Eg hevði ikki ánilsi av, hvat tað var, men gav honum greið boð, at eg vildi ikki hava nakað yvirraskilsi, um ikki tað var nakað gott, sigur Inga, og Rasmus heldur fram:
- Eg segði, at eg sjálvur helt tað vera eitt rættiliga gott yvirraskilsi, og so læt eg upp eskjuna við ringinum í beint framman fyri henni, sigur Rasmus. Inga var als ikki í iva, um hvat hon skuldi svara, tá Rasmus spurdi, um hon vildi giftast við sær.
- Alt við okkum báðum kennist bara rætt, so sjálvandi segði eg ja.
Kjólin keyptur í London
Hesa vikuna hevur brúðarparið havt úr at gera við at fáa seinastu fyrireikingarnar undir land. Men ein rættiliga týdningarmikil partur av fyrireikingunum, kom skjótt upp á pláss.
- Eg og tríggjar vinkonur vóru nakað síðani í London. Áðrenn farið varð avstað, hevði eg hugt eftir kjólum á netinum, og valt mær tríggjar, sum e gvildi royna. Vinkonurnar vóru við sum dómarar, og í felag funnu vit fram til rætta kjólan, sigur Inga og flennir. Hjá Rasmus hevur tað verið væl lættari at funnið stás til tann stóra dagin.
- Vit fóru ein túr inn í Magasin, tá vit vóru niðri, og har funnu vit mær ein penan klædning, sigur Rasmus, sum saman við Ingu gleðir seg til fríggjadagin, tá tey geva hvørjum øðrum sítt ja. Tey verða vígd í Býráðssalinum og aftaná verður nátturði á Læraraskúlanum.
- Vit ivaðust leingi í, nær brúdleypið skuldi verða, men vit hildu, at hesin dagurin fór at passa teimum flestu av okkara gestum. Fleiri koma jú eisini niðri frá, og tá riggaði best við einum summarbrúdleypi, sigur Inga, sum tó ikki sleppur á brúðarferð beint eftir brúdleypið.
- Vit skulu bæði til arbeiðis aftur fyrst í august, og tí valdu vit herfyri at fara til París í eina viku, so vit verða ikki snýtt fyri nakra brúðarferð, sigur Rasmus.