Fuppstalinistar

Kristian Magnussen má gerast nýggjur landsstýrismaður í vinnumálum eftir komandi val. Í grein mikudagin við heitinum "Fuppliberalistar" prógvaði hann so dyggiliga, at hann hevur skil fyri at venda vandamiklu gongdini innan telefoni, har vit brúkarar verða fuppaðir við lægri og lægri telefontaksti

 

Rói N. Andrassen, fyrrv. stud. cand. a. kall Keypmannahavn

??????????????????????????????????



Í grein síni vísir Kristian á, at Vinnumálastýrið stendur fyri óskilinum. Vinnumálastýrið roynir at fáa fleiri telefonfeløg at virka í Føroyum, fyri at tey skulu kappast. Hetta má steðgast beinanvegin, tí hetta førir við sær lægri telefontakst. Enn størri vandamál er, sum Kristian eisini vísir á, at tað almenna eigur í teimum feløgum, sum kappast, og at Bjarni nú ætlar at privatisera tey.


Kristian í vinnumálastýrið eftir valið

Hetta er farligt, tí privat feløg, sum kappast kunnu fara á heysin, um stjórarnir ikki duga nóg væl at reka tey. Hetta problemið fer Kristian at loysa, tá ið hann verður landsstýrismaður í vinnumálum, ella kannska løgmaður.

Kristian loysir málið við at broyta lóg um telesamskifti soleiðis, at tað ikki longur skal bera til hjá Hanus og Janus at gera sær telefonvirki. Slíkt liberalistisk tvætl verður avskaffað og við lóg verður telefonmonopolið endurstovnað, har tað almenna - líka sum í góðum gomlum døgum - eigur telefonfelagið.


Kapping er nakað lort. Kristian gevur okkum alment monopol aftur

Landsstýrismaðurin fer at nationalisera Kall og síðan at niðurleggja hetta felag. Føroya Tele skal ikki longur vera partafelag, men skal gerast til almennan stovn aftur. Á hendan hátt verður tryggjað, at vit sleppa undan kapping frá privatum feløgum. Kristian hevur sagt tað so mangan: "privat feløg kappast og kunnu fara á heysin, meðan almennir stovnar við monopolið kappast ikki, og kunnu ikki fara á heysin." Soleiðis skal tað verða.

Aftaná at hava lisið vísu grein kamerát Kristians, og eftir at hava hugsað djúpan og konsulterað ekspertar í vest og serliga langt í eyst, eri eg komin til ta niðurstøðu, at Føroyska Socialdemokratiið hevur gjørt ein ræðuligan brølara, sum er, at teir ikki stilla Kristian Magnussen sum number 1, bæði til fólkatingið og til løgtingið í staðin fyri Eidisgaard.


Belisin fólk eru skaðilig fyri landið

Sjálvdan fella so stórir og tungir lívsins spurningar upp á pláss, sum tá ið eg lesi og hoyri Kristian Magnussen. Í greinini "Fuppliberalistar" var hann tó betur enn nakrantíð áður, og eg bæði græt og læi av gleði, tá ið Kristina opinberaði fyri mær, hvaðan øll hendan spillan av samfelagi okkara kemur. Ongin kann siga tað greiðari enn Kristian sjálvur, og vil eg tí endurgeva hann orðarætt:

"Liberali tíðarandin og einsporað hægri útbúgving førdi við sær, at vit fingu eina ørgrynnu av ungfólki av lærdum háskúlum, ið bert síggja samfelagið sum eina forrætning. Hesi, ið óivað øll lesa í somu lærubókum og við somu brillum, eru farin í holt við at fyrireika liberalisering og privatisering av almennum tænastustovnum"


Kristian ger upp við tey studeraðu

Undirritaði hevur sjálvur gingið 8 ár í skúla í København til cand. merc. Eg eri við at vera liðugur við 2. semestur, so eg kann bara geva Kristian rætt í tí, at øll nýta somu bøkur. Hatta við brillunum veit eg ikki rættuliga, tí eg sjálvur plagi ikki at lána mínar út til onnur. Greinin hjá Kristian hevur tó fingið meg til at taka avgerðina um at gevast at lesa økonomi, og fari eg tí í næsta ár at lesa til sosialráðgeva í staðin.

Eg rokni við, at Kristian, tá ið hann kemur í landsstýrið, fer at geva øllum juristum og økonomum í umsitingini fótin í reyvina, soleiðis at skil kann koma á aftur.


Komandi fólkatings- og løgtingsval

Samgongan syngur sítt seinasta ørindi, og skjótt fær veljarin høvi til at fella sín lemjandi dóm yvir fuppliberalistarnar, sum ein heldur - eins og Kristian Magnusen - eiga at fáa durafjóringin. Kristian fer at syrgja fyri - og ikki hatta býtta vinnulívssprellið Hendrik Old - at føroyska Socialdemokratiiið fer at taka skortarnar av samgonguni. Fyrst á fólkatingsvalinum og síðan á løgtingsvalinum.

Tá ið Kristian er komin til ræði er slutt við fuppliberalistum. Tá skal góður stalinistiskur vinnulívspolitikkur setast ovast. Fyrst skal alment monopol aftur skipast innan telesektorin og síðan kemur túrurin til barberstovur og handil. Fyrimynd um monopol innan handilsvinnuna er Rúsan, sum hevur prógvað, at alment monopol er besti máti at reka handilsvinnu upp á.

Eg gleði meg at fara á val at velja Kristian. Hann er eingin fuppstalinist.