Fútin um stórt tiltak í Vágum: Hetta hevði ongan almennan áhuga

Tá ið okkurt er áfatt, fara vit altíð á staðið við nógvum fólki, sigur fútin

Seinnapartin í gjár boðaði løgreglan frá á Facebook, at tey vóru úti til eina hending í Sørvági. Heitt varð á óviđkomandi um, at halda seg burtur frá økinum. »Politiið hevur ongar viðmerkingar til hendingina í løtuni, men nærri kunning kemur seinni«, ljóðaði boðini á Facebook.

 

Og seinni um kvøldið komu so heso boðini frá løgregluni: »Í samband við hendingina í Sørvági í dag, er politiið liðugt á staðnum. Vit hava ikki fleiri viðmerkingar til málið«.

 

Tá ið løgreglan var so afturhaldandi við upplýsingum  hevur tað rættiliga sett á ferð á gitingarnar um hvat var á vási og samstundis er løgreglan fyri atfinningum fyri at hava lopið ótta á fólk – uttan at koma við nakrari frágreiðing.

 

Tí hevur FM1 sett seg í sambandi við fútan og spurt hann, hví løgreglan var so afturhaldandi við upplýsingum í hesum føri. Michael Boolsen, fúti, svarar stutt, at tað var tí, at her var talan um ógvuliga privat viðurskifti, sum avgjørt ongan almenna áhuga hava. Hann sigur, at fólk skulu venja seg við, at tá ið boð eru eftir løgregluni til ymisk viðurskifti, fer løgreglan heldur á staðið við ov nógvum fólki enn við ov lítið av fólki. Hetta er tann besti mátin, tí skal løgreglan fáa tamarhald á eini støðu, tey ikki vita so nógv um, er tað betri at vera yvirmannað heldur enn undirmannað.

 

– Tað merkir, at tað er ikki sagt, at tað hevur so nógv upp á seg fyri tað um um eitt stórt lið á løgreglufólki er at síggja á einum ávísum staði, sigur Michael Boolsen. Men hann leggur afturat, at tá ið tey taka allar atfinningar til sín og eftirmeta eina hending, sum hesa tá ið tað vísir seg, at fólk eru ótrygg.