Futt í Býin og G! í kapping

Komandi ár verða tónleikatiltøkini G!-festivalurin og »Futt í Býin«, ið ólavssøkukonsertin nú kallast, samstundis. Fyrireikararnir halda hetta vera sera óheppið og kenna seg kroystar í hesi støðu

Hóast nógvur munur er á tiltøkunum, eru báðir fyrireikararnir, Jóhannus á Rógvu og Jón Tyril, á einum máli um at tað ikki kemur nøkrum til gagns at bæði Futt í Býin OG G! koma at liggja á sama degi í 2009.

Í ár var fyrsta árið tiltakið Futt í Býin sá dagsins ljós. Ólavsøkukonsertin fylti ov nógv, og mátti tí leggjast uttanfyri sjálva Ólavsøkuna, mettu myndugleikarnir, ið kravdu hetta.

- Seinasta ár eydnaðist tað ikki, men ætlanin er at hava konsertina leygardagin undan Ólavsøkuni, komandi ár verður tað 25. juli. Hagtøl, frá tá konsertin var 27., vísa, at hon verður mest vitjað leygardagar, greiðir Jóhannus á Rógvu frá. Umframt at hava flutt dag, so er konsertin flutt úr Kommunuskúlagarðinum oman í Tórsgøtu.

G!-festivalurin verður eisini í ár og kemur at ligga í døgunum 23., 24. og 25. juli. Jón Tyril greiðir frá, at orsøkin til at hann kom at liggja har, er, at tað var í samráði við nýstovnaða Føroya Festivalin, ið verður vikuskiftið frammanundan og í Kirkjubø.

- Men vit gjørdu ein feil við at leggja G! á tann 25.. Ólavsøkukonsertin plagar at vera 27., og vit vistu ikki av ætlanum teirra tá vit løgdu G!, sigur Jón Tyril. Bæði Føroya Festivalurin og Futt í Býin høvdu samskift við G! áðrenn skráin varð løgd, men kortini legði Futt í Býin seg omaná G! hin 25.

- Í 2010 verður G!-festivalurin triðja vikuskifti í juli, sum vanligt hevur verið leggur Jón Tyril afturat.


Hørð kapping?

Bæði eru tey tónleikatiltøk, men kortini er stórur munur á teimum, so torført er at meta um kappingartreytirnar. Víst vitja nógv Ólavsøkuna og fara tí á konsertina, ið hoyrir við, og uttan iva velja nógv G! framum, orsakað av umhvørvinum, tjaldingini og longdini av festivalinum. Eisini umboða báðir festivalarnir ymiskan tónleik.

Hvørgin av fyriskiparunum ynskti at skula kappast á hendan hátt. Báðir vildu vera við, at teir høvdu verið um seg og spurt um nakað annað lá á teimum døgum, ið ætlað var at nýta.

Jóhannus á Rógvu legði afturat at Futt í Býin hevði havt sera nógv samskifti við aðrar festivalar, tí ætlanin er sjálvsagt at samskipa alt best møguligt. Millum annað er ein MVG fyrispurningur lagdur til Mentamálaráðið vegna festivalarnar.

- Futt í Býin er eitt nýtt tiltak, ið má byggjast sterkt upp frá grundini av. Tí er tað so týdningarmikið at vit halda fast við at leggja konsertina leygardag, sigur Jóhannus á Rógvi.