Fylgisveinaeftirlit um trý ár

Føroyska og grønlendska sendinevndin tók undir við fylgisveinaeftirliti frá 1. januar 2001 fyri øll skip í NAFO økinum, men var ímóti at krevja eygleiðarar við øllum skipum sum eina endaliga skipan

Á 20. ársfundinum í NAFO herfyri var eisini umrøtt, hvussu eftirlitið skal verða framyvir við skipum sum fiska í NAFO øki. Avgjørt var, at frá 1. januar 2001 skulu øll skip verða undir fylgisveinaeftirliti.

Í fundarfrágreiðingini frá Fiskimálastýrinum verður greitt frá, at føroyska og grønlendska sendinevndin tók undir við fylgisveinaeftirliti frá 1. januar 2001 fyri øll skip í NAFO økinum, men var ímóti at krevja eygleiðarar við øllum skipum sum eina endaliga skipan.


Kostnaðarmikil skipan

? Føroyska sjónarmiðið er, at hetta er ein sera kostnaðarmikil skipan, og at tað er lítil og eingin hjáveiða av øðrum fiskasløgum í rækjuveiðini. Hesum sjónarmiði stuðla Noreg og Ísland.

? Tey baltisku londini taka undir við teimum norðurlendsku londunum um at eygleiðarar umborð á øllum skipum áleggur skipunum ella limalondunum óneyðugar útreiðslur, verður sagt.


Endurskoðast

Og víðari verður greitt frá, at Kanada væl stuðla av USA, Japan, Cuba og Fraklandi (vegna St. Pierre og Miquelon) arbeiðir av øllum alvi at tað skal verða eitt ófrávíkiligt krav, at øll skip, sum fiska í NAFO økinum, hava eygleiðarar umborð.

? ES harafturímóti mælir til fyribils at halda fram við skipanini í tvey ár afturat og síðani at endurskoða hana, og hetta sjónarmið vann frama á ársfundinum, verður sagt í fundarfrágreiðingini frá Fiskimálastýrinum eftir NAFO-fundin í Lissabon herfyri.