Fyllskapur og svartsjúka vandamiki blanding

Tað kann vera óheppi, tá fyllskapur og svartsjúka verða blandað saman; tað mátti ein kvinna í 50 árunum sanna í Føroya Rætti í dag

Tað var á einari stevnu í summar, at ein kvinna í 50 árunum í fyllskapi og – sum hon sjálv segði í rættinum – kanska hevði misskilt eina støðu, har maður hennara tosaði við eina aðra kvinnu.
Hetta fekk hana at fara yvir til tey bæði, taka í konuna og sláa hana í andlitið. Og teirri ákæruni játtaði ákærda eisini.
Í ákæruritinum stóð eisini, at órættaða fall á dyntilin av slagnum, og harvið sló tennirnar so hart saman, at tað førdi til tannviðgerð og tannlæknarokning, sum órættaða vildi hava endurgjald fyri.
Ákærda fer neyvan sjálv á reyvina at hesum, tí rokningin ljóðaði á 513 krónur.
Men ákærda kundi tó ikki minnast, at órættaða var dottin av slagnum, og tí kundi dómarin ikki góðtaka sakina sum játtanarmál, tí eitt játtanarmál krevur, at játtanin er í samsvari við ákæruritið.
Tað harmaðust øll um, og hóast ákærda vildi góðtaka tað, sum stóð í ákæruritinum, kundi dómarin framvegis ikki góðtaka tað.
Tí verður nýggjur rættarfundur ásettur, sakførari tilnevndur ákærdu og helst fleiri vitnir innkallað.
Sum William Shakespeare vildi sagt: Much Ado About Nothing!