Fylti 32 og skoraði avgerandi málini

Løgmanssteypið: Klaksvíkingar sótu á nálum tað mesta av hálvumøðrum tima, áðrenn tað eydnaðist at fáa hol á ímóti ÍF úr næstbestu deildini

Suverena toppliðið úr Klaksvík hevur í kvøld kvalifiserað seg at spæla hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið.

 

Mótstøðuliðið var undirtippaða ÍF, sum er ovast í næstbestu deildini. Steypafótbóltur er og verður steypafótbóltur. Tað vil siga, at tað onkuntíð kemur fyri, at undirtippaða liðið vinnur ímóti favorittunum. Tað endaði við, at KÍ vann 3-0. Inntil seks minuttir undan leikloki var tað málleyst.

 

Í kvøld í Klaksvík var KÍ alla tíðina greitt omaná, og álopini skolaðu ímóti ÍF málinum. Kortini gekk tað meiri enn striltið hjá heimamonnunum at umseta møguleikarnar til mál. Tóri Traðará var sera stinnur í ÍF málinum, og liðfelagar hansara bardust sum úlvar á skóg.

 

Tíðin gekk undan, og møguleikin lúrdi alla tíðina fyri, at tað skuldi eydnast ÍF at skora, hóast royndirnar ímóti KÍ málinum vóru fáar og smáar.

 

Seks minuttir undan leikloki eydnaðist tað loksins KÍ at fáa mál. Í gjár hevði hann 32 ára føðingardag. Hann er tann, sum hevur skorað fleiri mál fyri KÍ enn nakar annar, og aftur í kvøld syrgdi hann fyri tí, sum hann so mangan hevur gjørt, og sum tað altíð verður roknað við, at hann syrgir fyri.

 

Páll A. Klettskarð skoraði til 1-0, og uppleggið átti vongverjin í vinstru Patrick Da Silva, sum seinastu ferðirnar av álvara er komin fyri seg og aftur og aftur avrikar sera sannførandi.

 

At teir fingu eitt mál ímóti sær bar við sær, at fuglfirðingar mistu stevið, og so skoraði KÍ tvey mál aftrat í tíðini, sum dómarin legði aftrat. 2-0 málinum var Páll A. Klettskarð eisini meistari fyri, og 3-0 málið skoraði liðformaðurin Jákup B. Andreasen.