Fýra 19 ára gamlir ísraelskir hermenn lótu lív

Í gjárkvøldið lótu fýra ísraelskir hermenn lív í einum Hizbollah-dronuálopi, og fleiri fingu løstir, harav nakrir fingu álvarsligar løstir.

Hizbollah-álopið var vent móti eini hernaðarstøð nærindis býnum, Binyamina í norðara parti av Ísrael. 

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at 61 herfólk vórðu særd í álopinum, harav fýra 19 ára gamlir hermenn lótu lív.

 

Sambært ísraelsku sjúkraflutningstænastuni fingu trý herfólk aftrat so álvarsligar løstir, at lívið er í vanda.

 

Ísraelski herurin (IDF) hevur sagt, at 58 fingu skaða, harav sjey fingu álvarslig mein.

 

Ógreitt er, hví ósamsvar er í tølunum hjá IDF og ísraelsku sjúkraflutningstænastuni.

 

Hizbollah hevur váttað, at felagsskapurin stóð aftan fyri álopið, sum er eitt av teimum størstu móti ísraelskum støðum seinasta árið.