Eftir steðg í landskappingini síðsta vikuskifti orsaka av landsdystum er fótbóltur í heimligu kappingini aftur á skránni í dag.
Í Runavík tekur NSÍ ímóti KÍ. Hetta er fyrsta ferðin, at besta NSÍ liðið eigur heimavøll á nýggja graslíkinum.
ÍF skal norður til Margáir, Víkingur skal í Gundadal at spæla ímóti B36, og TB er á veg vestur til Sørvágs.
Sambært skránni skuldi AB fáa vitjan av HB, men tann dysturin er fyribils útsettur.
Tað hevur regnað illa í nátt og í morgun, og vindurin hevur verið nógvur. Veðurforsøgnin sigur, at vindurin fer at minka seinnapartin, og at tað verður ælaveður. Hitin liggur millum 8 og 12 stig.
NSÍ-KÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00
EB/Streymur-ÍF: Petur Reinert kl. 15.00
B36-Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
07Vestur-TB: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
Støðan
HB 45
ÍF 40
EB/Streymur 31
B36 31
NSÍ 30
Víkingur 28
AB 22
KÍ 21
TB 19
07Vestur 11
EB/Streymur, NSÍ, Víkingur og 07Vestur hava spælt 20 dystur, og hini liðini hava spælt 21 dystir