Fýra hava tikið seg sjálvan fram um flokkin

Tað er vorðið alsamt meira vanligt seinastu árini, at tingfólk, sum eru vald fyri politiskar flokkar, taka seg sjálvan fram um flokkin og venda flokkinum bakið

Tað er vorðið alsamt meira vanligt seinastu árini, at tingfólk, sum eru vald fyri politiskar flokkar, taka seg sjálvan fram um flokkin og venda flokkinum bakið.

 

Ikki færri enn fýra ferðir er tað hent síðani seinasta løgtingsval 1. september í 2015.

 

Tann fyrsta var Sonja Jógvansdóttir, sum longu fyrsta dagin í løgtinginum boðaði flokkinum frá, at hon tók seg úr flokkinum. Fáar dagar seinni var tað Annika Olsen, sum boðaði Fólkaflokkinum frá, at hon ikki longur kundi taka undir við flokkinum, sum var ov konservativur. Nakrar dagar seinni boðaði hon frá, at hon fór upp í tingbólkin hjá Framsókn. Men áðrenn nakar vardi, boðaði hon frá at hon eisini tók seg úr Framsókn og var uttanflokkatingfólk.

 

Í januar í 2016 boðaði Annika Olsen aftur frá, at hon for upp í aftur Fólkaflokkin.

 

Stevið í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum hevur verið út av lagið ringt, serliga við Kristin Michelsen, sum eisini er borgarstjóri á Tvøroyri. Har endaði tað við, at hann til seinasta býráðsval í 2016 stillaði upp á egnum lista og ikki á Javnaðarlistanum. Hann hevur í januar í ár boðað frá, at hann kennir seg fríttstillaðan av Javnaðarflokkinum og samgonguni og fer at atkvøða frá máli til mál. Ógrett er tí, um hann er í Javnaðarflokkinum ella ikki, og um hann er í samgongunni ella ikki. Samgongan er gyrd í brøkur av hesum, og fær ikki arbeitt, tí mál koma ikki úr fíggjarnevndini, har hann er nevndarlimur og ikki vil skriva undir álit.

 

Sum rosinan í pylsuendanum kom Magni Laksafoss í dag við fráboðan um, at hann tekur seg úr Sambandsflokkinum. Beinleiðis orsøkin er, at hann varð vrakaður sum næstformaður á landsfundi floksins fyri tveimum vikum síðani. Sambandsflokkurin valdi Helga Abrahamsen til næstformann fram um Magna Laksafoss.

 

Júst hetta seiansta skiftið kann fáa parlamentariska ávirkan. Enn er ógreitt, um Magni Laksafoss fer upp í annan flokkin. Har hava bæði Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin verið nevndir sum møguleikar. Men hann kann eisini gera sum Sonja Jógvansdóttir – vera uttanflokkatingmaður, og kann soleiðis stuðla samgonguni og tryggja, at til dømis Kristin Michelsen ikki kann leggja fleiri fótonglar fyri samgonguna.

 

Politiska støðan er ógreið, men fráboðanin hjá Magna Laksafoss kann broyta alt – livst so spyrst.