Í morgin koma tvey línuskip inn at landa. Skipini eru Sigmundur og Mascot, sum bæði hava roynt undir Føroyum.
Niclas Davidsen, landingarformaður á Toftum, veit at siga, at Sigmundur hevur umleið 80.000 pund, og Mascot hevur 55.000 pund. Bæði skipini hava roynt vestan fyri og hava mest av toski og hýsu.
- Vit fara í holt við at landa Sigmund klokkan 06, og tá vit eru liðug at landa Sigmund, fara vit í lastina á Mascot.
Landingarformaðurin sigur, at fríggjadagin koma eisini tvey línuskip inn at landa. Tað eru Stapin og Vesturhavið.
- Vesturhavið hevur umleið 60.000 pund og Stapin, sum fyrr á túrinum landaði nøkur tons á Eiði, hevur minni, sigur Niclas Davidsen.