Fýra ísfiskatrolarar hava landað í Hvalba hesa vikuna.
Mikudagin landaðu partrolararnir, Hamranes og Breiðanes. Teir høvdu umleið 240.000 pund tilsamans, meginparturin upsi.
Í dag hava djúpvatnstrolararnir, Steintór og Niels Pauli, eisini landað í Hvalba. Teir høvdu á leið somu nøgd, sum Hamranes og Breiðanes, umleið 240.000 pund tilsamans.
Niels Olaf Eivindson, landingarformaður hjá Delta Seafood, sigur, at upsin, sum skipini fáa, er góður.
Hann leggur aftrat, at Hamranes og Breiðanes loystu aftur mikukvøldið, tá liðugt var at landa, og væntandi loysa Niels Pauli og Steintór aftur í kvøld.