Fýra varafólk taka sæti í býráðnum í dag

Fýra býráðslimir í Havn hava biðið um farloyvi, og tí møta fýra varafólk í teirra stað, nú støða millum annað skal takast til Tjóðleikhúsið á Bursatanga

Ætlanin er at Tjóðleikhúsið skal byggjast á Bursatanga. Leigusáttmáli til økið er til viðgerar á býráðsfundi í dag

Stóra málið á býráðsfuninum hjá Tórshavnar kommunu í dag man vera málið um Tjóðleikhúsið á Bursatanga. Eitt uppskot um leigusáttmála varð tikið av skrá á seinasta býráðsfundi, og tí er ein eykabýráðsfundur í dag.

 

Sambært skránni er talan um eitt tillagað uppskot til leigusáttmála, j.nr. 17/03628-69, sum er agt fyri fíggjarnevnd og býráð atgóðkenna.

 

Tilmælið frá kommunustjóranumer at góðkenna uppskotið til leigusáttmála millum Tórshavnar kommunu og Føroya Landsstýri (Almanna- og mentamálaráðið).

 

Til býráðsfundin í dag hava fýra býráðslimir biðið um farloyvi og at annað fólk møtir í teirra stað.

 

Gunvør Balle úr Tjóðveldi hevur boðað frá, at henni berst frá at møta til býráðsfundin. Fyri hana verður tiltakslimur innkallaður, ið er Turið Horn, eru loknar.

 

Súna Mørk úr Javnaðarflokkinum hevur eisini boðað frá, at henni berst frá at møta til býráðsfundin. Fyri hana møtir Birita Baldvinsdóttir Iversen.

 

Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum hevur boðað frá, at honum berst frá at møta til býráðsfundin. Fyri hann møtir Rói B. Poulsen, sum er nummar fimm á listanum. Tað vil siga, at hvørki Kristian M. Skála ella Bogi Andreasen fáa møtt. Teir eru báðir framman fyri Róa B. Poulsen á listanum.

 

Bjørg Dam úr Javnaðarflokkinum hevur somuleiðis boðað frá, at henni berst frá at møta til býráðsfundin. Fyri hana møtir Høgni Joensen, sum er nummar níggju á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Framman fyri hann er Helena Dam á Neystabø, sum heldur ikki fær møtt í dag.

 

Skráin fyri býráðsfundin kann lesast her.

 

 

 

Ætlanin er at Tjóðleikhúsið skal byggjast á Bursatanga. Leigusáttmáli til økið er til viðgerar á býráðsfundi í dag