Sum nevnt aðrastaðni á hesum síðum, so verður tað eitt skert neistalið, sum sunnudagin skal leika oddadyst móti verandi føroyameistarunum úr Klaksvík.
Hóskvøldið varð nevnliga greitt, at ein av føstu leikarunum á liðnum, Kári Mortensen, ikki verður at síggja aftur á neistaliðnum, í hvussu so er ikki fyribils.
Jón Kragesteen, formaður í Neistanum, sigur við Sosialin, at tá hann enn ikki er formliga kunnaður um málið, fær hann ikki gjørt nakrar viðmerkingar.
Ónøgd við mannagongd
Kári Mortensen sigur sjálvur, at orsøkin til, at hann hevur tikið hesa avgerð, er, at hann er alt annað enn nøgdur við mannagongdina, tá leiðsla felagsins gjørdi av at siga Rene Kristensen úr starvinum sum venjari hjá besta kvinnuliði felagsins.
Sjálvur er Kári sera harmur um íkomnu støðuna, og hann leggur dent á, at málið als ikki viðkemur besta mansliði felagsins, har hann hetta kappingarárið hevur trivist sera væl á vinstra veingi. Kári kundi tó einki siga um, hvørt hetta fór at verða hansara endaliga farvæl til hondbóltin.
Vit fingu eisini orðið á Páll Poulsen, venjara hjá Neistanum, og harmaðist hann sjálvsagt um avboðið, sum hann nú hevði fingið.
Hann segði, at talan sjálvsagt er um ein stóran miss fyri liðið, og legði í sama viðfangi afturat, at um Kári seinni skuldi fingið hug at vent aftur til liðið, skuldi hann altíð vera vælkomin.
Onga orsøk
Sum nevnt í týsdagsblaði okkara, so var orsøkin til uppsøgnina av Rene Kristensen, at sonevnda kemiin millum leikarar og venjara ikki riggaði.
Rene sigur tó sjálvur, at hann so at siga als einki kennur til hetta. Hann sigur seg ongantíð hava fingið nakra grundgeving fyri uppsøgnini, annað enn tað, at hann sjálvur átti at hava sæð teir trupulleikar, sum vóru.
Fyrrverandi venjarin leggur afturat, at hann hevur verið sera glaður fyri ta tíðina, sum hann hevur havt í Neistanum, og tískil er tað við einum ávísum sorgblídni, at hann nú sigur farvæl til felagið.
Enn hevur hann so ikki til støðu til, hvat framtíðin hevur at bjóða, men fyri fyrst gongur leiðin aftur til Danmarkar, og so má tíðin vísa, hvussu leikur ferst.