Fyrilestur um Karlstad háttin

Týskvøldið 15. mars fer Jóhanna Andreasen at halda fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni um sonevnda Karlstad háttin, ið verður nýttur til at læra børn við Downs syndrom at samskifta.

Klaksvík:
Jóhanna Andreasen hevur sjálv góðar royndir við hesum háttinum, sum hon venur sonin, sum hevur Downs syndrom, við.
Fyrilesturin um Karlstad háttin er liður í økisfundunum hjá Javna, sum verða hildnir kring alt landið undir felags heitinum ?Tú kanst ? bara tú fært møguleikan?. Fundirnir hava til endamál at
Lýsa møguleikarnar hjá fólki við menningartarni
Lýsa møguleikarnar hjá avvarandi at børnum og ungum við menningartarni
Lýsa hvørjar møguleikar fólk við breki ynskja stóð teimum í boði
Læra okkum at síggja møguleikar og at brúka teir.
Javni vónar, at tey, ið kunnu viðvirka til at geva teimum menningartarnaðu møguleikarnar, koma við á fundirnar. Her hugsa tey um lærarar, pedagogar, stuðlar, øll innanheilsuverkið umframt politikarar.
Annars eru øll vælkomin á fundirnar, sum eru skipaðir við fyrilestri, kjaki og spurningum.
Fundurin á Klaksvíkar Bókasavni verður týskvøldið 15. mars kl. 19