Fyrimyndir fyri okkum øll

Borgarstjórin í Gøtu er bæði errin og fegin um, at bygdirnar hava ítróttarfólk, ið gjørdu somikið nógv um seg á oyggjaleikum

Oyggjaleikir

 

Elspa Mørkøre, Kári J. á Høvdanum, Áslakur R. Petersen og Karina Petersen vóru í miðdeplinum, tá Gøtu kommuna mánakvøldið hevði móttøku fyri sínum oyggjaleikahetjum.

Skipari fyri móttøkuni var borgarstjórin, Hans Mourits Foldbo, sum sjálvur hevur verið aktivur innan ítrótt. Og hann legði stóran dent á tann týdning, sum ítróttin hevur fyri persónligu menningina.

- Tað er ein sannroynd, at tað at fólk hava eitt aktivt frítíðarlív, er gagnligt í so nógvar mátar. Ikki minst er hetta sjónligt, tá fólk nema sær bókliga ella handaliga útbúgving, sigur Hans Mourits.

- Og persónliga er tað sjálvandi eisini mennandi, at tú hevur nakað at stremba eftir. Tað nýtist kanska ikki at vera á somikið høgum støði, sum tað er hjá hesum fýra, men tað at hava nakað at síggja fram ímóti og gleða seg til er avgjørt nakað, sum øll hava gleði av. Og í so máta eru hesi fýra ein sonn fyrimynd, heldur hann.