- Sum heild eru vit væl nøgd við ovastevnuna. Vit settu met, og samarittar, hjálparfólk, løgregla og bjargingarlið røktu uppgávuna til fulnar, sigur Jákup av Skarði, formaður fyri stuðulsbólkinum fyri svimjihyli í Nólsoy.
Sambært formanninum vóru upp móti 5000 stevnugestir, og burtursæð frá onkrum hendinga slagsmáli gekk alt friðarliga fyri seg.
Men, sum vant, var long bíðirøð við bryggjuna um morgunin, tá stevnugestirnir skuldu sigla aftur til Havnar. Seinastu stevnugestirnir fóru við Rituni klokkan hálvgum átta um morgunin.
- Tað er keðiligt, at fløskuhálsurin hjá Strandferðsluni oyðileggur heildarupplivilsið. Strandferðslan eigur jú alla skylduna. Síðani mei mánað hava vit mint á, at Ritan ikki megnar at nøkta tørvin, og hóast Silja Star eisini hjálpti, var hetta ikki nóg mikið, sigur Jákup av Skarði.
Hildu í hegninum
Hann undrast á, at Silja Star gavst at sigla júst tá ið tørvurin var størstur. Tá harðast stóð á júst eftir klokkan fýra var stór troðkan niðri við bryggjuna. Hóast fyriskipararnir høvdu brynjað seg við løntum vaktarfólki og einum hegni, var hetta ikki nóg mikið. Løgreglan, ið var til staðar, varð noydd at hjálpa til.
- Vit noyddust at halda í hegninum, so fólk ikki fóru útav, sigur Jákup av Skarði.
Eitt skifti koppaði hegnið. Ein orsøk til troðkanina var, at tjaldið, har konsertin varð hildin, varð stongt klokkan fýra. Og av tí at einki annað tiltak var, streymaðu fólk oman á bryggjuna. Jákup av Skarði ásannar, at tað var óheppið at steingja tjaldið, men hetta var neyðugt, tí treytirnar fyri at hava skeinkiloyvi vóru, at tjaldið skuldi vera tómt klokkan fýra.
Strandferðslan skal taka sær um reiggj
Jákup av Skarði vónar, at næsta ár verður okkurt gjørt, soleiðis at fólk ikki vera rikin á dyr samstundis. Hann sigur seg eisini vóna, at Strandferðslan tekur sær um reiggj og ger okkurt við stóra tørvin á flutningi um náttina. Hann leggur afturat, at í 2009 er nýggja skipið, sum landsstýrismaðurin við Innlendismálum hevur lovað, komið. Sum skilst verður hetta skipið á stødd við Sam.