Fyrispurmingur um bensinavgjøld

.

Á tingfundinum í gjár skuldi Karsten Hansem, landsstýrismaður í fíggjarmálum, svara fólkaflokstingmanninum, Bjarna Djurholm, uppá tríggjar spurningar víðvíkjandi bensin- og dieselavgjøldum.

Tingmaðurin vildi hava at vita, faktaprísirnar á bensini og á diesel, hvørji avgjøldini á hesum eru, og hvussu tey verða ásett. Eisini vildi tingmaðurin hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at lækka ella regulera avgjøldini á bensini, so bensinprísurin verður javnari í lutfalli við dieselprísin.

Spurningin setti Bjarni Djurholm í sambandi við, at tað í løtuni verða fluttir alt fleiri og fleiri dýrir dieselbilar til landið, orsakað av, at diesel er so nógv bíliari brennievni enn bensin í Føroyum.