Fyrr løgreglumaður - nú fíggjarmálaráðharri

Klokkan tíggju hóskvøldið fekk Karsten Hansen, sýslumaður og støðleiðari í Klaksvík boðini um, at hann skuldi verða fíggjarmálaráðharri í nýggju sjálvstýrissamgonguni. Eitt stórt lop, men tað ræðir hann ikki, minni enn so

Gitingarnar um hvør skuldi hava tey ymsu landsstýrismannastørvini vórðu nógvar.

Men tað er ikki ov nógv sagt, at tað kom rættiliga óvæntað at tað var Karsten Hansen, sum gjørdist nýggjur fíggjarmálaráðharri.

Karsten hevur fingist við politikk í nógv ár, men hevur ikki verið serliga nógv frammi í landspolitikki.

Hinvegin hevur hann seinastu tíggju árini verið nógv uppi í kommunalpolitikki.

Hann varð valdur inn í Klaksvíkar Býráð fyri Tjóðveldisflokkin við valið í desember 1988 og hevur sitið har síðan.

Hann hevur sitið í samgongu øll tíggju árini.

Fyrstu fýra árini var hann formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu og síðan 1993 hevur hann verði varabýráðsformaður og limur í mentunarnevndini og í fíggjarnevndini.

Dagliga yrki hjá Karsteni hevur seinastu nógvu árini verið sum løgreglumaður.

Hann kom til Klaksvíkar, sum løgreglumaður mitt í 70-árunum og seinast í 70-árunum gjørdist hann sýslumaður og støðleiðari í Klaksvík.

Karsten Hansen hevur eisini verið fakliga aktivur. Í 12 ár var hann formaður í Føroya Politistafelagnum, enntá eisini meðan hann sat sum støðleiðari í Klaksvík.


Eitt stórt lop

Beint eftir at landsstýrið var útnevnt fingu vit eitt lítið prát við nýggja fíggjarmálaráðharran.

Er hetta ikki eitt rættiliga stórt lop?

? Jú, tað er tað.

Hvussu metir tú teg at verða fyri, at fara undir eina so stóra uppgávu?

? Eg meti meg at verða væl fyri. Nú er tað so, at í Fíggjarmálastýrinum er ein rúgva av góðum og arbeiðssomun fólki, sum skulu veita góða ráðgeving og tað gleði eg meg til .

? Mínar lívsroyndir geva mær eina stak góða barlast. Millum annað havi eg verið formaður í Føroya Politistafelag í 12 ár, og eisini verið við í kommunalpolitikki, so eg meti meg at verða væl fyri.

Karsten Hansen sigur eisini , at hann er vanur at samstarva við fólk, og at hann eisini er vanur at taka avgerðir.

Hann er greiður yvir, at har er nógv sum hann skal setast, men sigur at hann heldur ikki at har er nakað, sum hann ikki kann seta seg inn í.


Nógv stórmál

Nýggi fíggjarmálaráðharrin er greiður yvir, at tað liggja nógv stórmál fyri framman.

Eitt nú skal samráðast við danir í fleiri umførum, um bankabjargingina, um uttanlandsskuldina og nú í samband við ríkisrættarligu broytingarnar liggja nógvar tungar samráðingar fyri framman.

? Men eg ivist ikki í, at vit kunnu fáa nakað gott burturúr. Eg havi tað støðu til samráðingar, at tað í nógvum førum snýr seg um álit millum partarnar sum samráðast.


Varnan fíggjarpolitikk

Nýggi fíggjarmálaráðharrin lovar, at føra ein varnan fíggjarpolitikk.

Tað hevur verið sagt, at samgonguskjalið er so borgarligt, hvat sigur nýggi fíggjamálaráðharrin til tað?

? Nei, tað haldi eg ikki er nakað at tosa um. Tað er væl møguligt, at tað hevði sæð øðrvísi út um Tjóðveldisflokkurin var einsamallur, men eg haldi ikki har er nakað, sum eg ikki kann taka undir við.

? Vit skulu gera alt fyri at hava eitt sunt vinnulív og royna at framleiða okkum burturúr kreppuni.

Fer nýggi fíggjarmálaráðharrin at leggja hægri skattir á føroyingar?

? Tað ber sjálvandi ikki til at siga sum er, men skattabyrðan var so høg fyrst í 90-unum, so eg haldi at vit skulu royna at sleppa undan at leggja byrðar á fólk.

? Men tað krevur eisini at Føroya fólk eisini minnast til tað.

Hvat siga løgreglumenninir í Klaksvík?

? Teir eru ótrúliga spentir og glaðir mína vegna.

Ein »danskur« embætismaður, sum verður fíggjarmálaráðharri í Føroyum, hvussu kenst tað?

? Ja tað skal eg so væl siga tær. Meðan eg sat sum formaður í Føroya Politistafelag heittu vit á Føroya Landsstýri um at »yvirtaka« okkum. Tríggjar ferðir heldur enn einaferð heittu vit á teir og so vítt eg veit eru vit einasta fakfelag sum hevur gjørt tað, men har hendi einki. Men tað skal gerast nakað við tað nú.

Er tú givin sum støðleiðari nú?

? Nú kom hetta so knappliga uppá. Men eftir røttum átti eg at verði møttur til arbeiðis á støðini í Klaksvík klokkan átta í morgun, men tað gjørdi eg ikki av góðum grundum, so, ja, tað eri eg nokk, sigur Karsten Hansen at enda.