- Fyrr smoygdi eg meg í arbeiðsklæði og fór í hagan

Lærarin og bóndin í Lamba, Magnus Rasmussen, ið kom sum eitt skot uppí kommunalpolitikk og gjørdist borgarstjóri, hevur nú sitið í hesum starvi í stívliga fimm mánaðir. – Púra erligt, hevði eg als ikki í kvittanum at gerast borgarstjóri, men eg helt, at tíðin var komin til, at eg kanska kundi blanda meg upp í kommunalpolitikk og gera mun, har eg kom – og um eg kom, sigur hann

Hann hevði ongantíð stillað upp til eitt kommunuval áður, tá hann stillaði upp á seinasta kommunuvali, og hann droymdi als ikki um at gerast borgarstjóri i triðstørstu kommunu landsins. Men heilt síðan hann var stórur smádrongur, hevur hann havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum í beiðari merking.

- Abbi mín, Joen Magnus Lamhauge, búði inni hjá okkum. Hann hevði stóran áhuga fyri samfelagnum, og eg haldi avgjørt, at hann hevði sína ávirkan á, at mín áhugi fyri samfelagsviðurskiftum birtist. Eg havi altíð fylgt væl við, bæði í kommunal-og landspolitikki, og eg havi eisini fylgt við tí, sum gongur fyri seg og rørist í samfelagnum annars.

Tað sigur Magnus Rasmussen, sum hevur mammu úr Lamba og pápa úr Søldarfirði, haðani eftirnavnið Rasmussen stavar.

Hann hevur verið lærari síðan 1986, undantikið í trý ár, tá hann í eitt ár fekst við fóðring av alifiski á Skálafjørðinum og Lambavík, og tá hann í stívliga eitt ár starvaðist sum sølumaður hjá Nevinum Fiskaeksport í Saltangará. Triðja og seinasta árið fekst hann við fyrifallandi arbeiði.

- Eftir fyrsta árið í alivinnuni fór eg aftur í lærarastarv, men tvey tey seinnu árini, eg var úr lærarayrkinum, vóru samanhangandi. Uppundir endan av tíðini hjá Nevinum gjørdi eg av at taka uppaftur lærarastarvið og seinasta tíðarskeiði av hesum tveimum árunum hevði eg fyrifallandi arbeiði, eitt nú á vegadeildini hjá Runavíkar kommunu.

Sum fiskasølumaður fekst hann serliga við at selja kongafiskafløk, steinbítafløk og havtaskusporl.

- Hetta var alt fekst, og vit seldu hesar vørur um alt Evropa, heilt niður til Spania. Tað var ein gamal næmingur hjá mær, sum starvaðist hjá Nevinum, ið spurdi, um eg hevði hug at royna meg sum sølumann, leggur hann aftrat.

Umframt at vera ágrýtin seyðabóndi og røktingarmaður í síni frítíð, hevur Magnus soleiðis aftrat lærarastarvinum eisini gjørt sær ymiskar royndir í sínum arbeiðslívi.

 

Fyrst valdur

Lambamaðurin dylur ikki fyri, at hann gjørdist rættiliga ovfarin, tá úrslitið av kommunuvalinum fyrilá, og hann sum nýggjur býráðslimur í Runavíkar kommunu hevði fingið flestar persónligar atkvøður – 219 í tali.

- Hetta hevði eg slett ikki væntað. Eg hevði gjørt lítið burtur úr valinum. Skrivaði tveir stubbar í bløðini og sendi eitt skriv í húsini.

Magnus sigur, at hann í skrivinum eingi lyfti gav, men hevði trý høvuðsmál í síni valskrá – fíggjarligu viðurskiftini í kommununi, umhvørvi og mentan.

- Eg gav eingi lyfti, tí eg dugdi at síggja, at kommunan fór ikki at vera før fyri at gera tær stóru íløgurnar, nú so nógvar íløgur longu vóru gjørdar upp á lutfalsliga stutta tíð. Eg helt tað ikki vera rætt at fyrigykla fólki, at kommunan fór at hava ráð til tær stóru íløgurnar tey komandi árini.

Men hví gjørdi Magnus so av at stilla upp?

- Eg kann vera púra erligur og siga, at nú eg var vorðin stívliga 40 ár, kendi eg meg at hava orku til at gera okkurt munagott fyri kommununa og fólkið. Hugsaði ikki minst um fíggjarliga partin, sum er ein fyritreyt og grundarlag undir øllum øðrum. Hetta hevði einki við tað at gera, at undanfarna býráð ikki hevði røkt sínar uppgávur og sína ábyrgd.

Magnus vísir á, at hann als ongan hug hevur at skjóta eftir teimum, ið undan fóru.

- Tað eru vit, sum nú eru vald, ið hava til uppgávu at stýra kommununi – hiðani og frameftir. Hetta er okkara ábyrgd og skylda. Vit hava eina rættiliga væl útbygda kommunu við skúlum, barnaansing, eldrarøkt, havnaviðurskiftum og fjølbroyttum vinnulívi.

 

Strævin tíð

Borgarstjórin sigur, at hann hevði ímyndað sær, at starvið fór at vera nøkulunda soleiðis, sum tað hevur verið hesar stívliga fimm mánaðirnar, síðan nýggja býráðið tók við.

- Hetta hevur verið ógvuliga spennandi, men tað hevur eisini verið stævið, serliga at fáa fíggjarliga partin at hanga saman, nú búskaparligu vánirnar bæði her og kring um okkum broyttust so knappliga.

Magnus vísir á, at Runavíkar býráð eins og fleiri kommunustýri og býráð kring um í landinum hevur verið noytt at repa segl, sum hann tekur til. Hann vónar tó, at tey tiltøk, sum býráðið hevur gjørt av at seta í verk, verða nóg mikið til at stabilisera fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununi í hesum ári.

- Vit sóu beinanvegin, tá árið byrjaði, at neyðugt fór at verða við sparingum á útreiðslusíðuni í mun til fíggjarætlanina, sum undanfarna býráð legði. Í dag fegnist eg um, at vit gripu so skjótt inn, og eg fegnist ikki minni um, at full semja hevur verið í býráðnum fyri sparingum.

Borgarstjórin sigur, at tað skjótt sást, at inntøkurnar fóru ikki at halda.

- Soleiðis, sum gongdin hevur verið seinastu 5 mánaðirnar, høvdu við løgdu

fíggjarætlanini einar 7-8 miljónir krónur væntað í, tá árið varð liðugt. Vit hava gjørt av at fremja skerjingar og tillagingar á øllum økjum fyri einar 7 miljónir krónur, og tað er serliga á tekniska økinum, at skerjingar eru framdar.

Hann sigur, at fólk sum heild skilja og góðtaka, at neyðugt er við hesum

tiltøkum, og tey skilja umstøðurnar.

- Vit vóna, at viðurskiftini fara at broytast rætta vegin, tá hetta árið er liðugt.

Spurdur, hvar í inntøkugrundarlagnum, at afturgongdin er, sigur Magnus:

- Hetta er eitt sindur ilt at siga ítøkiliga, men eg havi varhugan av, at eitt nú fiskimenn hava tjent minni í ár, samstundis sum virksemið í smiðjuvinnuni og byggivinnuni annars er minkað. Eg haldi tó ikki, at nógv fólk ganga arbeiðsleys í økinum.

Borgarstjórin fegnast um, at kommunan hevur eitt fjølbroytt vinnulív við støðugum virksemi hjá eitt nú Faroe Seafood í Saltangará, Landingarmiðstøðini í Saltangará, Bakkafrost á Glyvrum og øðrum vinnuvirkjum, sum eru knýtt at havinum.

- Vinnulívið í kommununi er fjølbroytt. Vit hava fleiri bein at standa á, og hetta kemur væl við í tíðum sum hesum, tó at inntøkugrundarlagið í ár av fleiri orsøkum hevur verið minkandi, leggur Magnus aftrat.

 

Ikki anonymur

Magnus sigur, at hann trívist væl í starvinum sum borgarstjóri.

- Men hetta er ein stór broyting hjá mær og familju míni. Tá eg var lærari, kom eg tíðliga til hús seinnapartar. Nú eri eg nógv minni við hús, og arbeiðsdagurin er mangan langur. Javnan noyðist man eisini at vera við til ymisk tiltøk sum umboð fyri kommununa.

Magnus er giftur Eydnu, sum er úr Fuglafirði. Tey eiga børnini Jákup, sum er 13 og Kirstin, sum er 11 ár.

- Eg fái stóran uppbakning heimanífrá. Fekk eg ikki tað, hevði hetta slett ikki borið til. Vit vita jú eisini, at hetta starv er fyri eina tíð, leggur hann aftrat.

Borgarstjórin er framvegis bóndi við stívliga 200 seyðum, men hevur bróður sín, Arnold, sum býr í Søldarfirði, til hjálpar, tá tað er neyðugt. Honum dámar eisini væl at fáast við seyð og landbúnað.

Ein velduga stór broyting hjá Magnusi er, at hann – frá at vera ein anonymur persónur – nú er vorðin kendur millum fólk.

- Hetta merki eg væl, tá eg eri millum fólk og úti á gøtuni. Eg noyðist bara at viðganga, at eg ikki á sama hátt eri anonymur longur. Tá eg áður kom úr skúlanum og heim til Lambar, smoygdi eg meg í arbeiðsklæðini og fór í hagan. Nú eri eg knappliga vorðin ein almennur persónur. So, fyri meg er hetta ein ógvuliga stór broyting.

Magnus sigur, at hann hevur følt seg væl móttiknan sum nýggjur borgarstjóri.

- Eg føli, at eg eri væl móttikin allastaðni, har eg eri komin, leggur hann aftrat.

 

Virkið samstarv

Borgarstjórin heldur tað hava stóran týdning, at fólk eru positiv og líta frameftir – ikki minst í tíðum sum hesum.

Hann fegnast um, at viðurskiftini við hinar partarnar í kommununi, sum eru teir nýggjastu í Runavíkar kommunu, eru góð, og her eru tað ikki minst tær staðbundnu nevndirnar, sum knýta saman millum økini.

- Tað er týdningarmikið, at hesi økir ikki síggja tað soleiðis, at tey eru undirløgd Runavíkar kommunu, men at hetta er ein virkin felagsskapur, har vit skulu royna at fáa tað besta burtur úr fyri allar partar, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Í triðstørstu kommunu landsins búgva 3.800 fólk.