Í kvøld vóru fyrru fjórðingsfinalurnar í UEFA cup kappingini spældar. Bæði Hamburger SV og Werder Bremen vunnu 3-1 á heimavølli ímóti ávikavist Manchester City og Udinese, og standa tey bæði týsku liðini við einum góðum møguleika at vinna seg í hálvfinalurnar. Tað ger ukrainska liðið, Shaktar Donetsk eisini, aftaná ein 2-0 heimasigur á Olympique Marseille. Hitt ukrainska liðið í kappingini, Dynamo Kiev megnaði ein 0-0 javnleik á útivølli ímóti Paris Saint Germain.
Úrslitini í kvøld :
Hamburger SV - Manchester City 3-1 (1-1)
0-1 Stephen Ireland (1. min)
1-1 Joris Mathijsen (9. min)
2-1 Piotr Trochowski (63. min) brotsspark
3-1 José Paolo Guerrero (79. min)
Werder Bremen - Udinese 3-1 (1-0)
1-0 Diego (34. min)
2-0 Diegi (67. min)
3-0 Hugo Almeida (69. min)
3-1 Fabio Quagliarella (87. min)
Shaktar Donetsk - Marseille 2-0 (1-0)
1-0 Tomas Hübschman (39. min)
2-0 Jadson (65. min)
Paris Saint Germain - Dynamo Kiev 0-0