Fyrrverandi enskur landsliðsvenjari deyður

Terry Venables er deyður 80 ára gamal. Tað boðar familjan frá í dag

Mynd: (Scanpix)

Fyrrverandi enski landsliðsvenjarin, Terry Venables, er deyður 80 ára gamal. Tað hevur familjan boðað Sky Sports frá. Hann var eisini venjari hjá feløgum sum Tottenham og FC Barcelona.

 

Terry Venables verður lýstur sum ein stór persónligheit o ger nokk mest kendur fyri, at vera enskur landsliðsvenjari, tá Ongland í 1996 var vertur fyri EM-endaspælinum.

 

Hann byrjaði sum spælari og hevur spælt 500 dystir fyri feløg sum Chelsea, Crystal Palace, Queens Park Rangers og Tottenham. Av teimum var hann eisin venjari hjá Queens Park, Crystal Palace og Tottenham. Hann átók sær eisini eina stóra uppgávu í 1984, tá hann bleiv venjari hjá FC Barcelona. Tað var hann fram til 1987.

 

Tá tók hann við sum venjari hjá Tottenham og var venjari fram til 1991. Størstu uppgávuna fekk hann í 1994, tá hann bleiv enskur landsliðsvenjari. Ongland var vertur fyri EM í 1996 og tey flestu, sum fylgdu við tá, munnu kenna myndina aftur, tá Terry Venables uggaði núverandi enska landsliðsvenjaran, Gareth Southgate, eftir at hesin hevði brent avgerandi brotssparkið í hálvfinaluni móti arvafíggindanum úr Týsklandi.

 

##med2##

 

Hann er væl lýddur í eitt nú Tottenham, sum í dag mintist Terry Venables undan dystinum móti Aston Villa.

 

##med3##

 

Mynd: (Scanpix)

Mynd: (Scanpix) Mynd frá tøgnini undan dystinum millum Tottenham og Aston Villa