»Fíggjarmálaráðharrin« í Vatikaninum er funnin sekur í at hava gjørt seg kynsliga inn á tveir 13 ára gamlar dreingir í 1996.
Ein av valdsmiklastu kardinalunum í Vatinkaninum, George Pell úr Avstralia, er funnin sekur í kynsligum ágangi ímóti tveimum kórdreingjum fyri 22 árum síðani.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Eitt nevningating í Melbourne í Avstralia dømdi Pell sekan 11. desember í fjør í fimm ákærupunktum, men av tí at referatforboð hevur verið, er at kalla einki komið út um málið til almenningin fyrr enn nú.
Sambært rættarskjølu, sum vóru almannakunngjørd í gjár, skal George Pell hava gjørt seg kynsliga inn á tveir 13 ára gamlar kórdreingir fyri 22 árum síðani, meðan Pell var erkabiskupur í Melbourn.
Tann 77 ára gamli avstraliarin er kardialur og kendur sum »fíggjarmálaráðharrin« í Vatikaninum. Tað heitið ger hann til trið mest valdsmikla persónin í Vatikaninum.
George Pell, sum fyrr var næsti ráðgevi pávans, fær eftir ætlan dóm sín fyrst í marsmánaði.
/ritzau/