Fyrrverandi ráðharri: Skuldsettur fyri at leka ríkisloyndarmál

Hans Engell undrast á, hvussu nógv Claus Hjort Frederiksen hevur sagt um eftirlitssamstarvið við amerikanarar

 

 

Claus Hjort Frederiksenn, fyrrverandi verjumálaráðharri fyri Vinstra, er skuldsettur eftir grein 109 í revsilógini, sum snýr seg um at siga ella geva víðari upplýsingar um ríkisloyndarmál. (Arkivfoto) - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Politiski viðmerkjarin, Hans Engell, sum er fyrrverandi danskur verjumálaráðharri, kennir nógvar hernaðarligar loynidómar, eisini ríkisloynidómar, sum hann ongantíð fer at viðmerkja, um hann verður spurdur.

Tí hevur tað undrað Hans Engell sera nógv, at Claus Hjort Frederiksen hevur sagt so nógv, sum hann hevur, um hesi viðurskifiti í ymsum miðlum.

Claus Hjort Frederiksen, sum ikki stillar uppaftur til næsta fólkatingsval, hevur fleiri ferðir váttað eitt eftirlitssamstarv millum Danmark og amerikonsku trygdartænastuna, National Security Agensy (NSA).

Seinast var í eini samrøðu í sendingini »Lipperrt« á TV2 News í desember.

Í dag upplýsti Claus Hjort Frederiksen, at hann er skuldsettur fyri at hava brotið grein 109 í revsilógini. Hon snýr seg um at avdúka ella geva víðari ríkisloynidómar.

– Eg haldi, at hann fór ov langt, og tá eg hoyrdi hann í sjónvarpssendingini, so hugsaði eg taða sama, sum hann eftir øllum at døma eisini gjørdi. Altso at hetta kann fáa avleiðingar, at hann umrøður ítøkiligt samstarv, sigur Hans Engell, sum var verjumálaráðharri frá 1982 til 1987 og seinni løgmálaráðharri.

– Tað eru ikki so nógv ár síðani, at hann fór frá sum ráðharri. Tað vil siga, at hann hevur stóra vitan um økið, og ta vitanina kann hann ikki brúka uttan víðari, sigur Hans Engell.

Í sjónvarpssendingini segði Claus Hjort Frederiksen millum annað:

– Nú vli eg vera varin við, hvat eg sigi, og annars er vandi fyri, at eg kann fáa fongsulsrevsing, men eg havi í øllum førum verið vil til at kunna um, at hendan avtalan er til.

Tað er tó óvist, um tað júst er hendan útsøgnin, sum Vinstramaðurin er skuldsettur fyri.

Skuldsetingin móti Claus Hjort Frederiksen er seinasta nýggja í málinum um Forsvarets Efterretningstjeneste (FE), har stjórin, Lars Findsen, situr fongslaður. Hann er somuleiðis skuldsettur fyri at leka upplýsingar.

Hans Engell hevði ikki viljað svarað sum Claus Hjort Frederiksen.

– Eg eri spurdur um tað fleiri ferðir, og eg sigi hvørja ferð, at sum fyrrverandi ráðharri fyri hesi øki, so havi eg tagnarskyldu. Og hon er ikki tíðaravmarkað, sigur Hans Engell.

Hoyrið samrøðuna við Hans Engell við at trýsta á pílin undir myndini

/ritzau/

 

 

 

Claus Hjort Frederiksenn, fyrrverandi verjumálaráðharri fyri Vinstra, er skuldsettur eftir grein 109 í revsilógini, sum snýr seg um at siga ella geva víðari upplýsingar um ríkisloyndarmál. (Arkivfoto) - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix