Á løgtingsvalinum fyri fýra árum síðani vóru Johan Dahl og Janus Rein millum teirra, ið vunnu sess á løgtingi. Fýra ár seinni, er hvørgin teirra løgtingsmenn longur, aftaná Johan Dahl valdi ikki at stilla upp aftur, meðan Janus Rein varð ikki afturvaldur.
Okkurt skulu tó tómar hendur gera, og í síðstu viku stovnaðir báðir løgtingsmenninir hvør sítt smápartafelag.
29. oktober, júst fýra ár aftaná, at Janus Rein varð valdur á ting, stovnaði fyrrverandi tingmaðurin smápartafelagið 29.05.
Stovnari og stjóri í felagnum er Janus Páll Rein, og endamálið hjá felagnum er at eiga partabrøv, eiga og reka fasta ogn, gera og forvalta íløgur, reka handilsvinnu, reka ráðgevingarvirksemi av ymsum slag og annars forvinna pening á ymsan hátt.
Janus Rein var tó ikki fyrstur fyrrverandi politikari at stovna egin virki á hesum sinni, tí 28. oktober stovnaði fyrrverandi vinnumálaráðharrin, Johan Dahl, smápartafelagið MarCon, við hjánøvnunum Sp/f D65 , Sp/f Mice Faroe, Sp/f Seatrade.
Stovnari og stjóri í tí felagnum er Johan Jan Albinus Dahl, og endamálið hjá felagnum er at ráðgeva, íløguvirksemi, keyp og søla av fastogn, ferðavinnuvirksemi, handilsvirksemi, inspektiónir av fiskavørum og stevedoring/shipping og annað í hesum sambandi.