Fyrst yvirtaka, so spyrja

   

»Ongin niðurskurður, men stórar betringar«, segði Høgni Hoydal um støðuna í føroyska samfelagnum, tá samgongan fór undir seinra samgonguskeiðið, har teir noyddust at fara eftir fjórða flokkinum fyri at fáa meirilutan aftur.
Spyr hann føroyingar í dag, um teir eru samdir, so eru ivaleyst tjóðveldisfólk samd við honum, men størsti parturin av føroyingum vildi ikki verið samdur, høvdu teir verið spurdir, men tað verða teir ikki, tí Høgni ætlar sær at yvirtaka fyrst, og síðan, tá ongir aðrir møguleikar eru, verða teir kanska spurdir.
Tá góðtaka tey støðuna allíkavæl, meinar Høgni, tí tað hevur søgan prógvað samb. hansara meining, og so nevnir hann dømið um seinastu veljarakanningina og blokkstuðulin, ið flest øll ikki vildu biðja um at fáa hækkaðan aftur.
Men har fer hann skeivur, og tað hava fleiri sagt honum seinastu dagarnar.

Rættindi vit hava
Føroyingar eru stolt fólkaslag. Vit skulu ikki skammast yvir at brúka tey rættindi vit hava, men máti skal vera við øllum, og hava umboð landsins biðið danir um at fáa hesa »skaðiligu og niðurbrótandi veiting« skerda, so eru tað fá, ið vilja fara afturumaftur og siga, at vit meintu tað ikki allíkavæl. Tað hevði verið sum at farið við biddaraposa.
Vit skulu heldur ikki skammast yvir at ávara um fylgjurnar, men nú skal rópast varskó, áðrenn størri skaði hendir.
Skerjingarnar
Tað passar ikki, at ongin niðurskurður er hendur, men bert betringar, sum Høgni Hoydal sigur. Hetta sæst aftur, nú arbeitt verður við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004. Boð eru farin til stovnar um at skerja tølini, og fleiri stovnar fáa ikki endarnar at røkka frammanundan.
Samstundis ferðast embætisfólk í stórum tali aftur og fram til Danmarkar í sambandi við fyrireikingar av yvirtøkum fyri nógvar milliónir, ið ikki bert verða eingangsíløgur, men árligar rakstrarútreiðslur..
Almenna umsitingin kann ikki annað enn bólgna enn meira, tí yvirtøkurnar skulu jú umsitast, og mark er fyri, hvussu nógv kakur, vaflur, sodavatn og plastikkposar kunnu fíggja hækkingina. Landsstýrismaður á fíggjarliga økinum hevur arbeitt við sveittabrot við lønarsamráðingum, har lønirnar ikki júst eru lækkaðar.
Tá tikið verður samanum, kann ein við røttum spyrja, hvussu hetta alt nú kann hanga saman.
Enn verða vit í Sambandsflokkinum bert skírd grenj, tá vit spyrja.
Svar hava vit onki fingið enn, men vit ætla okkum ikki at gevast so.