Fyrsta aðru generatións biodieselverksmiðja

Nýggj biodieselverksmiðja tikin í nýtslu í Jútlandi.

Í Danmark er fyrsta aðru generatións biodieselverksmiðjan, DAKA, tikin í nýtslu í Hedensted á Jútlandi. Ráevnini eru svínafeitt og aðrar leivdir frá slagtaríum.

DAKA kemur at framleiða 55 milliónir litrar av biobrennievni um árið.

ES-kommisserurin Mariann Fischer-Boel og danski umhvørvisráðharrin Troels Lund Poulsen, sum vóru við til eitt hátíðarhald 31. mars 2008 í sambandi við at verksmiðjan er liðugt bygd, søgdu í sínum røðum at verksmiðjan er eitt týðandi stig á vegnum til at náa stevnumiðunum hjá ES og Danmark um at nýta í minsta lagi 5,75 prosent av biobrennievni í 2010.